Stúrdu fyri harraleysum kufferti

Síðan 11. september 2001 hava ávaringar ljóðað um at ansa sær fyri taskum og øðrum, sum standa harraleys.

11. september var júst farin afturum, tá ið politiið í Havn mánadagin fekk eina fráboðan um, at eitt kuffert stóð harraleyst beint niðan fyri Klingruna hjá Føroyar Tele í Hoyvík.

Men har var eingin vandi fyri bumbu. Navn stóð á kuffertinum, og tað vísti seg, at eigarin var komin við bussinum av flogvøllinum og hevði gloymt alt um sítt kuffert.