Stórdansur við Scandinavia fluttur til 23. februar

Stóra dansitiltakið, sum Róðrarfelagið Knørrur ætlaði at hava 19. januar í høllini á Hálsi við Scandinavia og Spaðar 5, mátti víkja fyri løgtingsvalinum, men í sátt og semju er dansurin nú fluttur til leygarkvøldið 23. februar.

Løgtingsvalið mundi spælt Róðrarfelagnum Knørri í Havn eitt puss. Virkna havnarfelagið hevur í rúma tíð arbeitt við dansikvøldinum, har høvuðsnavnið er norski stjørnubólkurin Scandinavia, og allar avtalur vóru komnar í lag, so at fólk kundi fáa eitt gott upplivilsi.

Men nú tað gjørdist greitt, at løgtingsval verður sama kvøldið sum ætlaða tiltakið, varð neyðugt at broyta allar avtalur, og hetta hevur tíbetur eydnast róðrarfelagnum.

- Tað hevur gingið ótrúliga væl, sigur Regin Joensen, ein av fyriskiparunum. - Flestu norsku dansiorkestur hava annars vetrarfrí í februarmánaði, men Scandinavia vildi koma kortini, og tað eru vit sjálvandi sera fegin um í felagnum.

- Atlantsflog, Hotel Føroyar og tey, sum hava høllina um hendi, hava somuleiðis skilt støðuna og hava verið sera beinasom, sigur Regin Joensen og leggur afturat, at Róðrarfelagið Knørrur er sera takksamt fyri vælvildina, ið allir partar hava sýnt, so at tiltakið kann verða, sum ætlað.

Atgongumerkini til stóra dansikvøldið, sum verður í høllini á Hálsi, fáast til keyps á bensinstøðum kring alt landið. Tey, sum longu hava keypt sær atgongumerki, kunnu sjálvandi nýta tey tann 23. februar í staðin og hava tað longri tíð at gleða seg í.