Í næsta mánað verður arbeiðið at gera grótkastið á havnarlagnum í Hvalba bjóðað út.
Grótkastið fekk umfatandi skaða í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar og mars í ár og hesa tíðina síðani tá hevur bygdaráðið brúkt til at finna út av, hvussu tað skal gerast aftur.
Janus Thomsen, borgarstjóri sigur, at nú er ætlanin at gera tað munandi sterkari enn tað var so at skattgjaldarin í kommununi ikki kemur undir eina rokning upp á tíggjutals milliónir við jøvnum millumbilum.
Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk grótkastið eisini stóran skaða og tá kostaði tað 10-11 milliónir at gera tað aftur.
Ein kostnaðarmeting er gjørd av skaðanum í ár, men Janus Thomsen vil ikki út við talinum fyri ikki at órógva útbjóðingina.
Men tað hevur verið frammi, at skaðin hesa ferð er tvær ferðir so umfatandi sum hann var í kyndilsmessuódnini og á fíggjarætlanini fyri næsta ár hevur bygdaráðið samtykt at seta 18 milliónir av til endamálið.
Fyri at finna út av, hvussu tað skal gerast aftur so at tað heldur, eru aldukanningar gjørdar á fjørðinum og út frá teimum eru ymisk sløg av grótkastum roynd í hyli hjá serfrøðingum í Danmark.
Janus Thomsen sigur, at úrslitið er, at hesa ferð verður grótkastið gjørt munandi flatari enn tað er nú. Samstundis verður grótið tríggjar ferðir so stórt, sum grótið er í núverandi grótkastinum.
– Kanningarnar vísa, at tá ið grótkastið er gjørt aftur, fer tað at tola nógv størri aldu enn núverandi grótkast toldi, sigur Janus Thomsen.
Hann sigur, at tá ið arbeiðið er bjóðað út í næsta mánað, ganga nakrar vikur at fáa tilboðini inn og at taka støðu til tey.
Men Janus Thomsen sigur, at gongst tað væl í hond, verður klárt hjá bygdaráðnum at taka støðu til málið á fundinum í februar. Og endamálið er avgjørt at hava tað liðugt til næsta vetur.
Men hann sigur, at fyribils verður farið undir at tryggja grótkastið fyri veturin og at leggja nakað av grótið í tað, so at tað ikki fer upp aftur verri nú í vetur. Tað arbeiðið verður gjørt nú, áðrenn farið verður í jólaferiu.










