Fyrrverandi belgiski kongurin Albert II hevur eftir mótmæli í fleiri mánaðir játtað at lata seg kanna í einum faðirskaparmáli, ið síðani skal staðfesta, um tann 51 ára gamla belgiska listarkvinnan, Delphine Boël, er dóttir hansara, soleiðis sum hon hevur hildið upp á í mong harrans ár.
Fyri seks mánaðum síðani gjørdi ein dómstólur av, at Albert skulu lata eina dna-roynd.
Men einki hendi, og tann 16. mai gjørdi dómstólurin tí av, at fyrrverandi kongurin skuldi gjalda dagbøtur upp á 37.000 krónur til Delphine Boël fyri hvønn dag, sum gekk uttan dna-royndina.
##med2##
Tað fekk fyrrverandi kongin upp á aðrar tankar.
Sambært The New York Times hevur sakførarin hjá Albert boðað frá, at fyrrverandi kongurin er klárur at lata eina dna-roynd.
– Hansara kongaliga hátign góðtekur at lata eina blóðroynd, nú hann er noyddur til tað, sigur sakførari hansara, Guy Hiernaux.
– Men bara um úrslitið verður verandi loyniligt, til hægstirættur í Belgia hevur viðgjørt kærumálið ímóti dóminum, sigur hann.
Og tað kann taka fleiri ár, heldur sakførarin.
Fær Delphine Boël rætt, verður hon harvið ein av arvingunum til stóru ognir hansara.
Tann 84 ára gamli Albert hevur í meira enn 10 ár verið noyddur at verja seg ímóti ákærunum um at vera pápi Boël.
Hann hevur ongantíð noktað, at hann skuldi vera pápi hennara, men hann noktar at lata eina dna-roynd fyri at loysa málið.
Albert abdiseraði, legði krúnuna, fyri seks árum síðani og lat sonin Philippe taka yvir.
Delphine Boël skal eftir øllum at døma hava verið úrslitið av einum ástarleiki milllum Sybille de Selys Longchamp barónessu og Albert, sum tá var prinsur og saman við italsku prinsessuni Paola Ruffo di Calabria, sum hann fekk trý børn saman við.
Sambært sakføraranum hjá Delphine Boël hevur Albert fyrr tikið sær av henni og rópt hana dóttir sína, síðani hon varð fødd í 1968.
Men í 1993 gjørdist støðan fløkt.
Eldri bróðir Albert, kong Baudouin, doyði av hjartasteðgi sum 63 ára gamal. Hann var barnleysur harvið var Albert tann næsti trúnarvingurin.
At hava ein kong við barni uttan fyri hjúnarlag hevði verið ein gøla fyri belgiska kongshúsið, og tí sló Albert hondina av Delphine Boël. Tað heldur belgiski serfrøðingurin í kongshúsinum, Patrick Weber.
Ein meiningarkannin herfyri, gjørd fyri franska miðilin Le Soir, vísir, at tríggir út av fýra belgiarum stuðla rættarmálinum hjá Boëls ímóti fyrrverandi konginum, skrivar The New York Times.
/ritzau/