Stóran týdning fyri føroyska vinnulívið

Tað var ein hugnalig løta í Ítróttarhøllini í Runavík í morgun, tá altjóða vinnustevnan FaroExpo varð sett

FaroExpo 07

 

Løtan í morgun byrjaði við, at kórið Vox Angelica, sum er mannað við átta fólkum, sang tveir vakrar sangir, ein útlendskan og ein føroyskan. Fyrsti føroyski sangurin í frostveðrinum í morgun, var ”Land mítt har grasið í líðum grør”.

Eftir formellu setanina setti kórið aftur sín dám á við sínum vakra sangi.

Tað var Árni Joensen úr Oyndarfirði, ið beyð vælkomin og greiddi frá nøkrum praktiskum viðurskiftum í sambandi við stevnudagarnar.

Tá Árni hevði sagt nøkur orð og hevði kunnað luttakararnar um fundarvirksemið, kaffi og matsteðgir eins og fyrilestrarnar, sum eru í Kelduni í Skálafirði seinnapartin í dag, gav hann formanninum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, mykrofonina.

 

Stóran týdning

Í setanarrøðu síni segði Jóhan Páll, at tað er ein heiður fyri seg – og eitt privilegium - at fáa høvi at seta FaroExpo.

Hann segði seg vóna, at tey, ið hava tikið stig til vinnustevnuna eins og tær fyritøkurnar, sum við eru, fáa nakrar góðar dagar saman.

- Hetta er ein stevna, sum gevur føroyskum fyritøkum møguleikan at fáa í lag samband og samstarv við fyritøkur úti í heimi. Endamálið hjá føroyskum fyritøkum er at hitta útlendskar fyritøkur og at hitta sínar samstarvspartar.

Hann vísti á, at styrkin við FaroExpo er, at fyitøkur undir sama taki hava høvi at tosa saman og møguliga fáa í lag samstarv.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag segði, at slíkar stevnur sum hesar eru ógvuliga týdningarmiklar fyri føroyskt vinnulív, og hann segði seg vóna, at FaroExpo verður ein hornasteinur í at røkka góðum samstarvi millum fyritøkur tvørtur um landamørk.

 

Fyrilestrarnir

Jóhan Páll nam eisini við áhugaverdu fyrilestararnar, sum eru í Kelduni seinnapartin í dag og segði seg vænta, at hesir fara at geva okkum eina breiða vitan um tey evni, sum teir fara at snúgva seg um.

At enda segði hann seg vóna, at útlendsku gestirnir fáa eina positiva mynd av føroysku vinnulívi og okkara landi.

- Við hesum orðum seti eg FaroExpo 07, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.