Almenn vitjan
Anfinn Kallsberg, løgmaður er væl nøgdur við vitjanina í bretska uttanríkisráðnum. -John Battle var ógvuliga positivur og gav kanska meira enn hinir ráðharrarnir eg vitjaði til kennar, at hann kendi meira til Føroyar. Sum orkumálaráðharri hevur hann havt áhuga í at fáa markið við Føroyar uppá pláss, eisini út frá einum bretskum vinnuligum sjónarmiði. Hann nevndi tí eisini á hesum fundinum, at hann hevði havt ein fingur við í spælinum at fáa tey viðurskiftini uppá pláss. Hann lat meg eisini vita, at hann var eitt sindur vónsvikin av, at tað ikki var hann, sum fór til Føroya at undirskriva avtaluna, men eg boðaði honum so frá, at tað skuldi hann eiga til góðar, og hann var altíð vælkomin til Føroya.
Løgmaður sigur, at teir annars tosaðu um millumlandamál. -Eg greiddi honum frá sjálvstýrisgongdini í Føroyum, og haraftrat tosaðu vit um nakrar felags trupulleikar vit hava í samskiftinum millum ES og Føroyar á handilsliga økinum m.a. við teimum kvotunum vit hava á rækjum og fiskafóðuri. Haraftrat nevndu vit eisini ta paneuropeisku kumulatiónsskipanina, sum tað ikki hevur borið til hjá okkum at gerast partur av, hóast øll hini europeisku londini eru vorðin partur av henni
Hóast tað er avmarkað, hvussu nógv tað ber til at umrøða av málum uppá so stutta tíð, so heldur løgmaður, at John Battle var ein sera opin og fryntligur maður at tosa við og ein maður, sum sýndi sera stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og einum samstarvi millum Føroyar og Bretland.
Løgmaður fór tí væl ríkari heimaftur. -Eg haldi tað er týdningarmikið at skapa karmarnar fyri tí víðari samvinnuni og at hava góð viðurskifti á politiskum støði, men fyri at kunna fylla karmarnar út, so er neyðugt at vinnan, embætisfólk og fólk, sum arbeiða á altjóða støði møtast. Hevur vitjanin verið við til skapa karmar fyri at koma víðari, so er nógv vunnið sigur Anfinn Kallsberg og sipar við hesum til samkomuna á donsku sendistovuni fyri føroyskum og útlendskum vinnulívsfólkum.
Hann sigur annars, at hetta hava verið nakrir sera strævnir dagar og tekur serliga fram mikudagin í farnu viku, tá skráin varð løgd fyri vitjaninar í London. Henda dagin var so eisini stórur politiskur turbolensur heima í Føroyum, har tað aftur og aftur vórðu boð eftir løgmanni at greiða politisku fløkjuna, sum hevði tikið seg upp.
-Hevur tað ikki verið onkur aktivitetur í skránni, so hevur verið nógv virksemi í telefonini sigur løgmaður, sum tó ikki vil geva teimum rætt, ið siga, at løgmaður átti als ikki at verið farin til Bretlands undir slíkum umstøðum.
-Eg haldi tað hevur verið av stórum týdning fyri henda túrin, at man hevur roynt at skapt vinnulívinum í Føroyum nakrar møguleikar til kontaktir til samstarv frameftir, og tað var m.a. hetta vit gjørdu á donsku sendistovuni í London. Og hevur tað gagnað føroyskum vinnulívi, so haldi eg nógv er vunnið við hesum túrinum og tá haldi eg tað hevði verið stórt spell, um man hevði verið noyddur at avlýsa alt sigur løgmaður. Hann vísir annars á, at vóru meldingarnar frá Tjóðveldisflokkinum øðrvísi enn tær vóru, tá hann fór avstað, so hevði hann helst avlýst ferðina. Men útmeldingarnar vórðu ikki av slíkum slag, at hetta var neyðugt. At tað so kortini kom hartil, tá hann var farin, var so ein onnur søk, og hon varð so avgreidd um telefonina, tó at tað var strævið og torført. -Eg fekk sagt tað eg skuldi bæði við vertir mínar í Bretlandi og samstarvsflokkar mínar í Føroyum.