Stóra skipaða várútsølan av føroyskum bókum í mars

Stóra bókaútsølan, sum er triðja hvørt ár, verður í døgunum 26. mars til 3. mai 2003

Í 1988 varð fyrstu ferð skipað fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri og hetta var stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til bar at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum.
Men tað er kortini greitt, at føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at halda útsølu hvørt ár. Tí er føroysk bókaútsøla bara 3. hvørt ár og bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera 3 ára gamlar. Tá ið tær hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur.
Nú er so aftur bókaútsøla á skránni í døgunum 26. mars til 3. mai. Bókadeild Føroya Lærarafelags sendir í hesum døgum bræv til øll forløg, har boðað verður frá hesum og greitt verður frá treytunum at sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg.
Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðrenn útsølan byrjar. So kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøkurnar.