Umboð fyri 15 føroysk pensjónistafeløg siga seg stúra fyri, at øll fólkapensjónsskipanin fer fyri bakka, um grundarupphædin verður niðurlagað. Pensjónistar mótmæla nú ætlanunum hjá fíggjarmálaráðnum og umboðum fyri politisku flokkarnar, at grundarupphæddin í fólkapensjónini verður niðurlagað og endaliga avtikin, sum tey taka til.
Í eini yvirlýsing siga formenn og nevndarlimir í 15 pensjónistafeløgum kring landið, at bæði sosialt og búskaparliga er fólkapensjónin hin best hugsandi pensjónsskipanin.
Tey leggja aftrat, at verður grundupphæddin avtikin, fer øll fólkapensjónsskipanin fyri bakka.
- Endin av hesum verður, siga tey, at pensjónistar aftur fara at fáa okkurt slag av fátækrahjálp.
Tey 15 umboðini fyri pensjónistafeløg í Føroyum, sum øll hava undirskrivað yvirlýsingina, minna á, at partur av blokkinum er ætlaður pensjónistum.
- Í Danmark, haðani blokkurin stavar, rindar tað almenna hvørjum einstøkum donskum pensjónisti 5.254 krónur um mánaðin, og vit krevja, at grundupphæddin í Føroyum kemur upp á sama støði, siga tey í yvirlýsing frá formansfundi, sum er dagfest í gjár, 7. desember.










