Vinnuprát
Marita Rasmussen hevur nú sitið eitt ár í starvinum sum stjóri í Vinnuhúsinum, ið hevur stóran part av okkara framleiðsluvinnu á landi undir sínum hatti.
Hon tók við hesum starvi eftir at Jan Mortensen, sum hevði verið stjóri árini undan, fór í annað starv.
- Mær tykir, at hetta árið hevur virkað drúgt, nú so nógv ymisk viðurskifti hava verið á skránni. Árið byrjaði rímiliga væl, og útlit vóru til, at vit fóru at fáa eina stagnatión í 2008.
Hon vísir á, at sum fyrra hálvár leið, øktust oljuprísir og renta, og fíggjarviðurskiftini kring um heimin gjørdust rættiliga buldraslig út á heystið.
- Hetta saman við lágari norskari krónu, lækkandi pundi og lítlum toskafiskiskapi í okkara sjógvi, hevur gingið út yvir kappingarføri í fiskavirkisvinnuni, samstundis sum ísfiskavinnan við hækkandi oljuprísum og minni fiskiskapi av dýrari fiskasløgum sum heild hevur havt tað trupult.
Ein trupul tíð
Marita vísir á, at stagnatiónin, sum var væntandi fyri einum ári síðan, í staðin gjørdist ein trupul tíð hjá føroyskari framleiðsluvinnu.
- Í fleiri ár hevur fiskavirkjunum vantað arbeiðsmegi, og tey hava tí ikki kunna bygt upp ta framleiðslu og støðugu leveransu, sum tey kundu hugsað sær. Í dag, nú líkt er til, at fleiri og fleiri fólk kanska kundu verið tøk í hesi framleiðslu, stríðast virkini við tað, tey ikki fingu gjørt, meðan marknaður var til tess. Fíggjarkreppan úti í heimi saman við lækkandi gjaldoyravirði hjá okkara kappingarneytum ger, at framleiðsluvinnan er í eini truplari tíð, bæði tá ræður um hýsu á bretska marknaðinum og tosk á evropeiska marknaðinum annars.
Hon vísir á, at tá vit fingu broyttu útlendingalógina í fjør summar, og útlit vóru til, at tørvurin á arbeiðsmegi kring um á virkjunum kanska kundi loysast, rendu eisini virkini seg inn í lemjandi fíggjarkreppuna, sum hevur drigið so nógvar óvissur við sær.
- Trupulleikin hjá fiskavirkjunum er, at tey hava ongan pening tjent í fleiri ár, og tí er avmarkað, hvat tey kunnu gera, nú marknaðarútlitini í løtuni eru so óviss.
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at tá nøkur viðurskifti, sum virkini hava drigist við í fleiri ár, nú kanska kundu verið loyst, eru tað onnur tyngjandi viðurskifti, ið liggja til bága fyri menning og framburði.
- Í stuttum kann sigast, at fyritreytirnar hava ikki verið við fiskaframleiðsluni – hvørki í undanfarnu árum, og tað eru tey ei heldur í løtuni, nú altjóða fíggjarkreppan setir síni spor á so mongum økjum.
Økt kapping
Marita vísir á, at aðrar føroyskar vinnufyritøkur eisini hava merkt eina økta kapping úr útlandinum, nú tað treingist um hjá kappingarneytunum í okkara grannalondum.
- Vit hava sæð hesa kapping, tá eitt nú útbjóðingar eru farnar fram her heima. Útlendskar tænastufyritøkur, sum tekna og ráðgeva, hava í størri mun enn áður bjóðað seg fram í kappingini við føroysku fyritøkurnar.
Hon fegnast annars um, at landsmyndugleikarnir í Føroyum hava ásannað, at almenna byggivirksemi ikki skal minkast munandi, tó at fíggjarligu útlitini eru broytt.
- Hetta er at fegnast um, nú líkt er til, at privati marknaðurin við sethúsabygging at kalla er steðgaður upp. Fíggingarstovnarnir eru sera varnir, tí í løtuni er ilt at spráa um, hvussu gongdin fer at verða. Eingin veit, hvussu leingi afturgongdin fer at standa við, og eingin veit, nær vit koma á botn, um man so kann siga.
Marita heldur kortini ikki, at fólk eiga at vera negativ bara fyri at vera negativ, sum hon tekur til.
- Vit mugu síggja í eyguni, at viðurskiftini eru broytt – og at ilt er at spáa um gongdina beint í løtuni.
Góðar fyritøkur
Spurd, um hon sum stjóri í Vinnuhúsinum hoyrir nógv graml um, at vinnufyritøkur hava trupulleikar við likviditeti, tí fíggingarstovnarnir eru so fastlastir og trekir, sigur hon:
- Nei, eg haldi, at slíkar søgur hoyrast meira frá privatfólki enn vinnufyritøkum. Eg trúgvi, at fíggingarstovnar konsentrera seg meira um tær góðu fyritøkurnar, sum í løtuni eru viðskiftafólk hjá stovnunum enn um at fara út í nýggjar verkætlanir.
Hon heldur, at ein orsøk til stóra varsemi í løtuni er, at danski bankapakkin, sum kom í heyst, bert er galdandi í tvey ár, og at óvissan um, hvat hendir, tá henda tíðin er liðin, skapar varsemi.
- Líkt er tó til, at tíðin, hesin pakki verður galdandi, verður longd, og at hetta kanska fer at lata upp fyri størri rásarúmi.
Ymiskt hegni
Marita vísir á, at summar fyritøkur í størri mun enn aðrar hava duga at sæð og lagt upp fyri støðuni, sum fíggingarstovnar eru komnir í, meðan aðrar fyritøkur hava verið minni fyrireikaðar.
- Fíggjarkreppan hevur ført til, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er minkaður, og hetta merkir aftur, at bæði fíggingarstovnar og fyritøkur annars eru vorðin meira varin. Tað er samanfall millum hesi viðurskifti sum ger, at áhugin at fíggja ikki er so stórur í løtuni, leggur hon aftrat.
Stjórin í Vinnuhúsinum fegnast annars um, at støðan hjá fíggingarstovnunum eftir øllum at døma er góð, og at kervinum ikki vantar likviditet.
- Bankapakkin hevur nakrar ásetingar um, hvussu nógv útláninin kunnu økjast, og hetta er ivaleyst ein orsøk til tað varsemi, sum vit síggja í løtuni, har fíggingarstovnar konsentrera seg um tær góðu fyritøkurnar, sigur Marita Rasmussen.