Stór venjing í Grønlandi

Við støði í vanlukkuni við italska ferðamannaskipinum Costa Concordia er avgjørt at hava eina stóra bjargingarvenjing í Eysturgrønlandi í heyst, har ætlanin er at fáa greiði á, hvat skal gerast, um ein tílík vanlukka skuldi hent í tí arktiska økinum.
Átta lond í tí arktiska økinum verða við í venjingini, og tað er Grønlands Kommando, sum samskipar hana. Tann fyrsta uppgávan verður at finna eitt ferðamannaskip, sum ikki hevur latið frætta frá sær til ásetta tíð. Tá tað so vísir seg, at skipið er farið á land, er næsta uppgávan at taka fólkið av skipinum.

Venjingin, sum verður frá 10. til 14. september, er eitt úrslit av Search and Resque-sáttmálanum, sum tey arktisku londini samdust um á uttanríkisráðharrafundi í Nuuk í mai í fjør.