Stór valluttøka í Tunesia

Tjóðartingsvalið í Tunesia í dag var friðarligt, og myndugleikarnir siga, at næstan 70 prosent av teimum, sum hava valrætt, høvdu verið í valhølunum, tá tey lótu aftur í kvøld.

Upprunaliga var ætlanin at almannakunngera valúrslitið í morgin, men formaðurin í valnevndini, Kamel Jendoubi, sigur í kvøld, at úrslitið kemur ikki fyrr enn týsdagin.

Valið í Tunesia í dag er tað fyrsta frælsa valið í landinum og er ein beinleiðis avleiðing av uppreistrinum, sum noyddi Zine al-Abidine Bel Ali, forseta at flýggja av landinum í vár.

Tjóðartingið, sum er valt í dag, skal orða eina nýggja grundlóg og skipa eina fyribilsstjórn.