Noreg og Russland samdust í gjár um, at næsta ár verður loyvt at fiska eina millión tons av toski í Barentshavinum. Tað er 249.000 tons meiri enn í ár, og so stór hevur kvotan ikki verið í mong ár.
Norðmenn eiga 446.700 tons av heildarkvotuni ella 107.000 tons meiri enn í ár, og sambært fiskimálaráðharranum, Lisbeth Berg Hansen, fer hetta at fáa stóran týdning fyri fiskivinnuna bæði á sjógvi og landi.
Norska reiðarafelagið er eisini væl nøgt við tann nýggja sáttmálan við russar, sigur NRK.
Meðan toskakvotan veksur nógv næsta ár, minkar hýsukvotan. Hon verður 200.000 tons í 2013. Tað er 118.000 tons minni enn verandi kvota, og skerjingin er gjørd fyri at forða fyri, at stovnurin skal minka meiri.