Stór róðrar- og mentanarstevna sjósetast á Tvøroyri

Frá 9. til 11. august verður stór róðrar- og mentanarstevna á Tvøroyri, har fleiri enn 200 luttakarar úr Føroyum og øðrum londum savnast. Eitt av endamálunum er at menna áhugan fyri føroyska bátinum

Føroysk bátafeløg og kappróðrarfeløg fara saman við úlendskum áhugaðum at hittast á stórari bátstevnu á Tvøroyri frá 9. til 11. august. Uttan úr heimi koma fólk úr Hetlandi, Noreg, Danmark, Svøríki og Finnlandi. Stevnan fer fram undir heitinum ?Nordisk Ro- og Kulturtræf? og ætlanin er at skipa fyri stevnu av slíkunum slag í onkrum av grannalondunum framyvir, um tiltakið á Tvøroyri eydnast væl.
Áhugi er millum bátaáhugaði í Føroyum at taka lut, men av Kunningarstovuni á Tvøroyri verður sagt, at enn eru bátfeløg í Føroyum, ið ikki hava gjørt vart við seg. Eru fólk, ið hava hug at melda til, so er at seta seg í samband við Kunningarstovuna á Tvøroyri, telefon 372480. Á Tvøroyri vóna tey, at enn fleiri føroyingar vísa tiltakinum áhuga.
Eini 200 fólk uttan úr heimi hava víst áhuga og meldað til stevnuna.
Eisini er greitt, at Norðlýsi tekur lut og at kendu grindabátarnir úr Vági verða við.
Á Tvøroyri hava tey borið so í bandi, at gott pláss er við bryggjuna, so pláss er fyri vitjandi bátunum.

Mentan
Síðani tíðliga í ár hava tey á Kunningarstovuni á Tvøroyri arbeitt miðvíst við at fyrireika stevnuna saman við áhugaðum innn bátafeløg .
Á stevnuni verða ymisk tiltøk, ið hava við sjógvin at gera, til dømis kappróður millum bátar úr norðurkondum.
Men eisini ein hópur av mentanartiltøkum er á skránni. Modelbátar verða sýndir fram og Gallarí Oyggin hevur sýning við verkum eftir Preben Boye og Zacharias Heinesen.
Kirkja, bygdasavn, Kgl. Handil og Tvøroyrar Klubbi standa eisini á skránni og Pakkhúscafé verður í hugnaligu hølunum hjá Bátafelagnum Naddoddi.
Skipað verður eisini fyri sonevndum Dans på Brygga og tá gongur dansurin vanliga lystiliga.
Veitsla verður eisini í Ítróttarhøllini, har dansur eisini er á skránni. Tilmelding kann gerast á Kunningarstovuni á telefon 372480.
Á Kunningarstovuni á Tvøroyri bíða tey enn spent, um fleiri úr føroyskum bátafeløgunum fara at sýna áhuga fyri stevnuni, ið verður frá 9. til 11. august.