Countrysangarin Don Williams andaðist 8. september 2017.
Sangarin og sangskrivarin var kendur sum "Gentle Giant", og ikki minst mjúka og djúpa røddin gjørdi sítt.
Føddur varð ann í Texas í 1939. Mamman lærdi hann at spæla guitar Hann spældi við ymsum bólkum, men seldi eisini innbúgv.
Í sjeytiárunum byrjaði hann at geva út tónleik undir egnum navni, og í áttatiárunum kom hann av álvara fram um okkara leiðir, í Australia og so eisini í USA.
Í 2010 slapp hann innum í Hall of Fame innan countrytónleikin. Don Williams gjørdist 78 ár.
Hoyr Don Williams her: https://www.youtube.com/watch?v=SQDWayLiOEE