Stór JólaGospelkonsert á Hálsi

18. desember verður ein stór gospel konsert í høllini á Hálsi. Kendir føroyskir tónleikarar, sum t.d. Heini Lützen, Salt, Anna D. Háberg, Credo og Direct Level verða ímillum nøvnini á pallinum. Eisini verða dramabólkar og dansur á skránni

Tað eru starvsfólk, børn og ung frá Margarinfabrikkini, ið fyrireika stóru JólaGospel Konsertina. Tey hildu nevniliga at slíkar konsertir mangla í Havnini.
? Tað er fyrstu ferð í langa tíð, at eitt sovorði tiltak verður fyriskipað í Tórshavn. Eysturoyggin er kend fyri teirra konsertir, men tað hevur manglað í Havnini, tí valdu vit at skipa fyri einari stórari gospelkonsert. Og tað vísir seg eisini, at fólk eru sera spent og áhugað í konsertini, sigur Siri Hansen, eitt av starvsfólkunum á Margarinfabrikkini í einum tíðindaskrivi.
Hon sigur, at børn og ung í Margarinfabrikkini eisini hava hjálpt sera væl til, at fáa konsertina á føtur.
? Tað eru ikki bert starvsfólkini, ið skipa fyri. Børn og ung í Margarinfabrikkini eru eisini við at skipa fyri. Tey hava fingið ymiskar uppgávur útdeildar og uttan tey, hevði tiltakið verið nærum ógjørligt at fáa upp at koyra so lættliga, sum tað hevur, sigur Siri Hansen.

Fjølbroytt skrá
Heine Lützen fer at hava eitt orkestur afturat sær og fer at spæla meiri kend løg, harímillum eisini jólaløg.
Salt, sum eru fløguaktuell í løtuni, koma eisini við orkestrið. Tey hava fingið kendar tónleikarar afturat sær, millum aðrar er James Olsen ein.
Anna D. Háberg verður heldur ikki einsamall á pallinum, men fer somuleiðis at hava tónleikarar við. Hon fer at framføra meiri róligan og avslappandi tónleik.
Credo og Direct Level fara at spæla tað, teir eru kendir fyri. Credo meiri bleytan popptónleik, og Direct Level fer at framføra meiri rockandi tónar. Hesir bólkarnir fara eisini at spæla nøkur jólaløg, tó við egnum tulkingum.
Dramabólkarnir og dansibólkurin Color, fara at framføra ymiskar andaligar tulkingar. Millum annað fer dramabólkurin úr KFUM úr Klaksvík at vísa teirra tulking av jólaevangeliinum.
Tey á Margarinfabrikkini vóna, at hetta kanska verður byrjanin til eitt breiðari tónleikalív í Havnini.
Konsertin verður í høllini á Hálsi, leygarkvøldið 18 des kl 20.00.