Í døgunum, 29. mai til og við 3. juni, verður familju-og mentanarstevna hildin í Skálavík. Lagt verður fyri týsdagin hin 29. mai við gongutúri niðan á Skálhøvda, og um kvøldið verður kvøldarkvirra í Skálavíkar kirkju, har Ólavur Jakobsen eisini fer at spæla løg eftir eitt nú Williami Heinesen á klassiskan guitar.
Hesin fyrsti dagurin endar við drekkamunni á Kelduni.
Allar dagarnar í vikuni verða tiltøk, og flestu dagarnar verða fleiri tiltøk. Mikudagin hin 30. mai verður hugnadagur og veitsla fyri øllum í Sandoynni, sum eru 60 ár og eldri. Her fara Nikolina og Eyðbjørn av Kamarinum at syngja og spæla kendar slagarar. Seinni um kvøldið fara systkini av Kamarinum eisini at spæla til almenna konsert á Keldu.
Nógv verður á skránni teir næstu dagarnar, og mikudagin hin 31. mai verður eitt nú framsýning á Keldu við fleiri enn fimmti bókum, sum rithøvundar í Skálavík hava skrivað.
Fríggjadagin hin 1. juni verður móttøka á kaiøkinum, tá bátar og húsvognar koma til bygdar, og tá verður eisini matur á kaiøkinum fyri stevnugestum, bátafólki og kampingfólki. Øll eru vælkomin, bæði bygdarfólk, gestir og oyggjafólk annars. Borðreitt verður við fiskasúpan og breyði í Fiskahúsinum, har ókeypis verður at fáa sær.
Felagssangur við sjómansvísum verður eisini á kaiøkinum fríggjakvøldið, og tá fara øll - aftur við guitar-og harmonikutónum - at syngja kendar sjómanssangir.
Fríggjakvøldið verður eisini føroyskur dansur, sum dansifeløgini skipa fyri, og seinni um kvøldið verður at enda harmonikudansur, har harmonikulið spælir.
Leygardagin hin 2. juni verður skipað fyri felags morgunmati á Keldu, har øll eru vælkomin at fáa sær ókeypis morgunmat.
Nógv ymisk tiltøk verða á skránni leygardagin og leygarkvøldið, og fyrilestur verður eisini um føroyska bátin og føroyska hestin.
Leygarkvøldið fer Hanus G. Johansen at hava konsert á Keldu, og her fer hann at syngja og spæla føroyskar og útlendskar sangir. Leygarkvøldið verður eisini føroyskur dansur, og seinni verður enskur dansur við Skarvslopi, og sum kvøldið og náttin ganga, verður skiftandi føroyskur og enskur dansur.
Sunnudagin hin 3. juni heldur familju-og mentanarstevnan í Skálavík fram, og her verður gongutúrur til fólkafund í Núpsdali, og sunnukvøldið endar við evangeliskum møti í Deplinum, sum samkomurnar í oynni skipa fyri.