Stór broyting gav lítla broyting

77 prosent av teimum donsku veljarunum hava somu hugsan um donsku stjórnina nú, sum teir høvdu, áðrenn hon bleiv umskipað fyrst í vikuni. Tað vísir ein kanning hjá Analyse Danmark og Rostra Kommunikation.

60 prosent av teimum spurdu siga, at tey hava hvørki størri ella minni álit á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra aftan á broytingina. 39,6 prosent siga hinvegin, at tey hava størri álit á evnum hansara nú.

Kanningin avdúkar, at Lykke Friis er tann best umtókti ráðharrin hjá Vinstra og Lene Espersen hjá teimum konservativu.