Í sambandi við, at fimleikarfelagið Støkk í dag hevur 45 ár á baki, skipaði felagið seinnapartin fyri stórari og fjølmentari móttøku í kantinuni og gongini í Løkshøll, har røður vórðu hildnar, og fólk fingu ymiskt at eta og leska sær við.
Framsýning við myndum og ymiskum, sum skrivað hevur verið um felagið hesi árini, var eisini sett upp til hátíðardagin, og forkvinnan í Støkk, Jastrid Weihe, beyð vælkomin og segði nøkur orð.
Borgarstjórarnir í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen og borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, hildu stutta røðu, eins og teir handaðu fimleikafelagnum blómur og brævbjálva.
Portalurin fer seinni í kvøld at venda aftur til móttøkuna, sum fimleikarfelagið Støkk skipaði fyri í Løkshøll seinnapartin í dag.