StÍF vil hevna seg

Strandingar hava tey seinastu mongu árini, verið nærum einaráðandi í steypakappingini hjá monnum. Teir hava verið eitt steypalið burturav. Um vikuskiftið spæla teir finalu móti Kyndli, ið er mest vinnandi liðið í føroyskari hondbóltssøgu

Um tað nakrantíð hevur verið ein favorittur í einari finalu, so er tað StÍF, tá teir leygardagin fara at spæla steypafinalu í Høllini á Hálsi. Gamaní er Kyndil mótstøðuliðið, og teir hava vunnið kappingina oftast, men fleiri ferðir í inniverandi kappingarári hevur StÍF víst hvussu man skal vinna á Kyndli.


StÍF í serflokki

Gamaní er Kyndil mest vinnandi liðið í føroyskari søgu, men besta liðið í ár er StÍF. Teir hava satt at siga víst eina ræðandi styrki í bæði landskappingini og í steypakappingini. At teir eru komnir langt í steypakappingini, munnu nokk tey fægstu undrast yvir, tí seinastu nýggju árini hava teir verið í átta finalum. Í ár verður tað tann níggjunda innan tíggju ár. Hendan sannroynd er ikki at vika, og sigur tað ikki heilt so lítið um, hvat vit kunnu vænta okkum um vikuskiftið.


Styrkur til finaluna

StÍF hevur nógvar streingir at spæla við, og júst hendan breiddin í hópinum hevur verið teimum til gagns í mongum dystum. - Skuldi ein verið troyttur, er altíð ein klárur at traðka til, og tað er sera týdningarmikið fyri liðið.

Í ár hevur liðið fingið styrk í bakketuni við tveimum dønum. Tað er høgri bakkurin David Edvardsen og Danni Syhler, ið er mitt fyri. Júst hesir, saman við Sveini Justinussen og Borgari Danielsen, og ikki at gloyma Marian Cirloganescu í málinum, staðið sera stinnir í verjupartinum, og tá so Danni Syhler hevur víst seg at vera ein sera dugnaligan bóltfordeilari eisini, hevur verið laga manni hjá stórskjúttum, sum Sveinur Justinussen og David Edvardsen, at hótta mótstøðuverjurnar.

Umframt styrkin úr Danmark, hevur venjarin hjá StÍF, Claus Rasmussen valt at taka tveir gamlar kenningar við til finaluna. Talan er um Alexandur Johansen og Paula G. Hansen. Í báðum førum er talan um menn, ið hava spælt fótbólt í summar og haðani hava fingið skaðar at drigist við. Men hesir tykjast at vera klárir aftur nú. Báðir hava teir drúgvar royndir innan hondbólt á hægsta støði.


Fyrsta finalan var í 1999

Vit hava fingið orðið á Alexandur Johansen, og fingu hann at meta um vónirnar undan finaludegnum um vikuskiftið.

- Eg meti at vit fara til Havnar leygardagin og hølva Kyndil av. Vit hava tað besta liðið í Føroyum í ár, og tað sigur stigatalvan í landskappingini eisini, sigur ein avgjørdur Alexandur av Skála hóskvøldið. Alexandur metir ikki at tað Kyndil hevur nakran møguleika móti sterka StÍF liðnum, og at tað tí bert kann gerast ein vinnari.

Alexandur Johansen spældi sítt fyrsta kappingarár afturi í 1997-98, sum 17-ára gamal, og hann minnist aftur á steypafinaluna í 1999, ið var hansara fyrsta.

- Eg brendi í einari avgerandi løtu, og so taptu vit við einum máli 24-23 móti vestmenningum. Tað føldist ræðuligt tá, men síðani havi eg megnað at skora, sigur Alexandur skemtandi.


Vónar at hann ikki skal spæla

Alexandur sigur seg vóna, at hann og Pauli, ikki fáa nakað serligt av spælitíð í finaluni, tí, sum hann sigur; - So merkir tað, at alt gongur sum ætlað. Vit báðir eru bara við fyri at geva venjaranum meiri streingir at spæla við. Um stígur kemur í, ella okkurt tílíkt, og tí vóni eg ikki, at vit koma at hava ein stóra leiklut. Tað er altíð deiligt at spæla eina finalu tó, men at liðið vinnur, hevur størri týdning fyri meg, enn at eg sjálvur sleppi at spæla, sigur ein avgjørdur Alexandur Johansen, ið mangan hevur verið við til at avgjørt finalur til fyrimuns fyri StÍF.

Hvussu fer at ganga leygardagin, fer bert tíðin at vísa. Og sum skilst, verður tað ikki á áskoðaraplássunum, at strandingar fara at tapa. Teir hava skipað fyri bussferðum til finaluna, og vænta sær eina rúgvu av bæði sjónligum og mælskum StÍF fjepparum.

Góðan dyst.