ST ávarar Ísrael um etniska útreinsan í Gaza

- Tað er sera órógvandi, at ísraelskir ráðharrar nevna møguleikan at reka sivilfólk úr Gaza til eitt triðjaland, sigur Volker Türk, sum er ovasti fyri mannarættindum í ST.

Hákommiserurin fyri mannarættindum í ST, Volker Türk, er rættiliga órógvaður um útsagnirnar hjá tveimum av ráðharrunum í stjórnini hjá Benjamin Netanyahu.

 

Ráðharrarnir, Betzalel Smotrich og Itamar Ben-Gvir, hava nevniliga sagt, at ein møguleiki hjá Ísrael er at flyta palestinar úr Gaza.

 

USA hevur harðliga funnist at hesum útsagnum hjá ráðharrunum, og í dag ávarar eisini mannarættindaovastin hjá ST Ísrael um útsagnirnar.

 

Ráðharrarnir í ísraelsku stjórnini eins og fleiri aðrir ísraelskir politkarar hava havt á munni, at palestinar møguliga kunnu flytast úr Gaza til Sinai í Egyptalandi.

 

- Tað er sera órógvandi, at ísraelskir ráðharrar kunnu hava ætlanir um at reka sivilfólk úr Gaza til eitt triðjaland, skrivar Volker Türk á sosialum miðlum.

 

USA hevur eisini sagt, at landið tekur frástøðu frá útsagnunum og sigur, at hesar eru ábyrgdarleysar.

 

Tað eru tíðindastovurnar, NTB og norska kringvarpið NRK, sum bera hesi tíðindi í dag.