Øssur Meinhardtsson Dalbúð hevur verið langtíðarskaddur, men evnini at verða vandamikil eru til staðar enn. Sunnukvøldið hevði hann bara á vøllinum í 21 sekund, tá hann skoraði og tryggjaði NSÍ eitt stig í dystinum móti HB.
- Tað var sjálvandi stuttligt skora so skjótt aftaná eg var komin inn, men heilt erligt, so hugsaði eg ikki tað stóra meir um tað undir dystinum. Eg var klárur at koma inn tá vit fingu horna, og visti beinavegin at tað kundi vera ein góður møguleiki hjá mær, tí tað kann vera órógvandi hjá mótstøðuliðinum tá ein nýggjur maður kemur inn til ein deyðbólt, sigur 30 ára gamli áleyparin við Sosialin.
##med2##
Í kvøld kann NSÍ leggja seg á oddasessin – fyribils hvørtfall – við sigri á ÍF. Tað er á pappírinum ikki tann stóri spenningurin, tí gestirnir úr Runavík eru stórfavorittar at vinna, men Øssur Dalbúð, sum hevur eina fortíð í ÍF, væntar ikki nakran lættan dyst.
- Dysturin ímóti ÍF verður heilt sikkurt ógvuliga torførur. ÍF stríðist fyri at bjarga lívinum í bestu deildini, so vit vita at tað verður torført. Vit mugu leggja nógv fyri at fáa okkara spæl at rigga betur enn tað gjørdi ímóti HB, men vit mugu eisini vera tolnir og ikki leypa framm av, sigur Øssur Dalbúð við Sosialin.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.30 og verður beinleiðis á FM1. Hetta er ein útsettur dystur frá 15. umfari.
##ms##