SSF nýggjan landsliðsvenjara

Svimjisamband Føroya hevur frá 1. september 2000 fingið nýggjan landsliðsvenjara.

 

Tað er tann 29 ára gamli Jesper Ottosen, ið er hálvur føroyingur.

Jesper hevur sum barn og ungur luttikið í nógvum svimjikappingum, og síðani hann var 15 ára gamal hevur hann eisini verið venjari.

Sum venjari hevur hann tikið øll tey skeiðini, ið takast kunnu í Danmark, so ikki kann sigast annað enn, at SSF hevur fingið ein venjara við góðari útbúgving.

Jesper er útbúgvin fysioterapeut, og í fjør arbeiddi hann á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Samstundis var hann eisini venjari hjá Tvøroyrar Svimjifelag.

Men eftir sparingar innan sjúkrahúsverkið flutti Jesper aftur til Danmarkar, har hann nú arbeiðir.

Venjarastarvið hjá Svimjisambandinum skal hann røkja við síðuna av, men svimjisambandið ætlar, at hann skal fáa góða hjálp frá venjarunum hjá teimum føroysku svimjifeløgunum.


NJM og OYL

Spurdur um hvørji tiltøk standa á skránni hjá føroyska svimjilandsliðnum sigur Jesper, at í december verður Norðurlanda Junior Meistarakappingin hildin í Noreg, og komandi summar verða so Oyggjaleikirnir á Isle of Man.

Hetta verða tvey stór og spennandi tiltøk komandi veturin, og verður hetta samstundis tey tiltøkini, ið størst orka verður løgd í frá landsliðsvenjarans síðu.