Ein nýggjur luksus persónbilur, SsangYong WZ, verður sýndur fram á Frankfurt Motor Show í september.
Hóast SsangYongs hava sedan útgávur koyrandi í heimlandinum Korea, hava teir higartil
einans útflutt SUV útgávur til Evropa. Ætlanin er at koma á evropeiska marknaðin við Ssangyong WZ í 2009, tá bilurin verður klárur til útflutning.
Ssangyong WZ er ein stórur, flottur og framkomin luksusbilur, sum helst kemur at kappast við luksusbilarnar á evropeiska marknaðinum.
Kyron II
Ein onnur nýggjheit er at Ssangyong Kyron hevur fingið eina sonevnda faclift bæði innan og uttan og eitur nú Kyron II. At síggja til er størsti munurin aftan og framman við t.d. nýggjum lyktum, kúfangarum og kølaragittari.
Umframt 2.0 litra commonrail dieselmotorin við 141 hk, fær Kyron II eisini ein 2.7 litra
commonrail dieselmotor við 165 hk og einum snúningsmomenti upp á 340 Nm (sami motorur sum eisini fæst til Ssangyong Rexton). Undirvognurin er eisini broyttur til frama fyri munandi betri komfort og koyrieginleikar.