Ísraelskur njósnari hongdur í Iran

Iransku myndugleikarnir hava avrættað ein mann, sum varð funnin sekur í at hava njósnast fyri Ísrael. Maðurin, sum var irani, varð hongdur. Hann varð tikin í 2008, tá hann royndi at sleppa úr Iran saman við konu síni.

Iranska tíðindastovan Irna skrivar, at maðurin hevði havt samband við ísraelsku fregnartænastuna Mossad í fleiri ár, og at hann hevði latið ísraelsmonnum upplýsingar um iransku hermegina.

Millum annað varð maðurin dømdur fyri at hava latið ísraelsmonnum upplýsingar um iranskar herstøðir, stríðsflogfør og rakettir.