Ísraelskur forseti dømdur fyri neyðtøku

Í Ísrael hevur ein dómstólur í Tel Aviv dømt fyrrverandi forsetan Moshe Katsav sekan í at hava neyðtikið tvær skrivstovukvinnur, sum arbeiddu hjá forsetanum. Moshe Katsav var forseti í Ísrael frá 2000 til 2007. Í rættinum var hann ákærdur fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang, men hóast hann alla tíðina hevur noktað seg sekan, bleiv hann dømdur sekur.

Ísraelskir fjølmiðlar skriva, at dómurin er tann mest álvarssami nakrantíð ímóti einum ísraelskum forseta. Fjølmiðlarnir vænta, at Moshe Katsav fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Summir fjølmiðlar siga, at málið kann enda heilt uppi í hægstarætti.

Verður dómurin ikki broyttur, kann fyrrverandi forsetin fáa upp í seks ára fongsul.