Ísraelskir hermenn sýta fyri at gera hertænastu

60 hermenn í ísraelska eykaherinum boða í blaðlýsing frá, at teir vilja ikki gera hertænastu í teimum hersettu palestinsku økjunum

Hóast teir 60 menninir eru í eykaherinum, hava allir drúgvar royndir í vanliga ísraelska herinum, og umleið helmingurin eru yvirmenn. Í lýsingini, sum stendur í størsta ísraelska blaðnum, Yedioth Ahronoth, boða menninir frá, at teir sýta fyri at fara til Gaza-geiran og á Vestara Áarbakka sum hermenn, tí ísraelski herurin fremur ágang ímóti tí palestinska fólkinum har og eyðmíkir tey.
- Vit fara ikki at gera hertænastu hinumegin ta Grønu linjuna við tí endamáli at herseta, flyta fólk, oyðileggja, forða, drepa, svølta og eyðmíkja eitt heilt fólk, stendur m. a. í lýsingini hjá hermonnunum. Grøna linjan, sum sipað verður til, er markið, sum varð ásett í vápnahvíldaravtaluni í 1967.
Eitt mark er
Teir báðir menninir, sum hava tikið stig til lýsingina, hava sagt, at teir ætla at fáa einar 500 hermenn afturat at skriva undir lýsingina.
- Vit hava øll okkara mark, sigur David Zohnstein, sum er annar av stigtakarunum, og hann leggur afturat:
- Tú kanst vera góður yvirmaður, men brádliga fært tú boð um at gera ymiskt, sum tú ikki átti at fingið boð um at gera so sum at skjóta fólk, at steðga sjúkrabilum, at oyðileggja hús, sjálvt um tú veitst, at fólk búgva har, sigur tann 28 ára gamli Zohnstein, sum er loytnantur í eykaherinum.
Hann og vinmaður hansara, Yaniv Itzkovich, vita at siga frá tilburðum, har ísraelskir hermenn hava skotið palestinsk børn, sjálvt um tey á ongan hátt hóttu hermenninar.
Ísraelska herleiðslan hevur hvassliga fordømt lýsingina hjá teimum 60 hermonnunum.
- Tað er lógarskylda at gera tænastu í ísraelska herinum, og tað ber ikki til, at eykahermenn sjálvir skulu gera av, hvat teir skulu gera, sigur herleiðslan.
Ikki teir einastu
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ísraelskir hermenn sýta fyri at gera tænastu í herinum ella í ávísum økjum. Men hetta er fyrstu ferð, at so nógvir eykahermenn hava tikið seg saman og alment hava boðað frá sínari misnøgd.
Síðani ófriðurin millum ísraelsmenn og palestinar tók seg upp fyri 16 mánaðum síðani, hava einir 500 ísraelskir hermenn sýtt fyri at gera hertænastu í teimum hersettu økjunum, men alment hevur einki verið at frætt um tað. Umleið 40 hermenn eru endaðir í fongsli.
Eygleiðarar í Ísrael siga, at blaðlýsingin hjá eykahermonnunum er enn eitt tekin um, at partur av ísraelska fólkinum ivast í framferðini hjá herinum í teimum hersettu palestinsku økjunum, og at tey flestu hóast alt vilja hava góð viðurskifti við palestinararnar.
Í síðstu viku almannakunngjørdi blaðið Haaretz eina samrøðu við Yigal Shochat, sum er fyrrverandi flogskipari í ísraelska flogvápninum. Í samrøðuni mælti hann hermonnunum frá at gera tænastu í teimum hersettu økjunum, eins og hann mælti flogskiparunum til at sýta fyri at bumba palestinskar býir.