Ísraelska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at tosa við eina Hamas-stjórn, fyrr enn flokkurin hevur uppfylt tríggjar treytir. Í fyrsta lagi skal Hamas viðurkenna Ísrael, í øðrum lagi skal felagsskapurin gevast við øllum vápnaðum ágangi, og í triðja lagi skal Hamas laga seg eftir teimum semjum, sum Ísrael og tann fráfarandi palestinska stjórnin hava gjørt.
Hamas hevur boðið sær til at lýsa vápnahvíld og at tingast við ísraelsku stjórnina, um so er, at Ísrael tekur seg aftur til markið undan krígnum í 1967. Tað merkir, at Ísrael skal lata palestinum Gaza-geiran og Vestara Áarbakka.
Ísraelsk bløð skriva, at stjórnin hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra hevur longu lagt ætlanir um, hvat gerast skal, tá Hamas tekur við valdinum. Millum annað skal stjórnin hava samtykt at halda aftur pengunum, sum ísraelska toll- og skattavaldið krevur inn fyri palestinsku myndugleikarnar. Talan er um einar 350 milliónir krónur um mánaðin.
Men sambært bløðunum hevur ísraelski herurin hug at fara nógv harðligari til verka. Blaðið Yediot Ahronot skrivaði í gjár frá loyniligum keldum í verjumálaráðnum, at fær herurin sín vilja, verða teir palestinsku politikararnir í framtíðini roknaðir sum umboð fyri ein yvirgangsfelagsskap og fáa viðferð sum slíkir.
Eitt annað blað, Maariv, skrivaði um vikuskiftið, at herleiðslan hevur mælt stjórnini til at sleppa øllum hugsanum um samband við palestinar. Tvørturímóti skulu teir byrgjast inni. Tað skal millum annað hava við sær, at allir vegir ímillum Ísrael og tey palestinsku økini verða stongdir, og at eingir palestinar sleppa til arbeiðis í Ísrael. Fremmand ferðafólk sleppa heldur ikki um markið.
-Vit skulu framhaldandi selja teimum elmegi og mjólk til pinkubørn, um tað vísir seg at vera neyðugt. Men tað er eisini alt, skrivar Maariv frá vælvitandi keldum í verjuleiðsluni. Blaðið leggur afturat, at rndamálið við ætlanini hjá herleiðsluni er at taka beinini undan palestinsku myndugleikunum og at forða fyri, at teir fáa altjóða viðurkenning ella stuðul.