Ísrael hevur stongt Vestara Áarbakka

Á midnátt í gjárkvøldið stongdi ísraelski herurin markið við Vestara Áarbakka fyri at forða fyri ófriði Ísraelska herleiðslan sigur sambært Ritzau, at markið verður ikki latið upp aftur fyrr enn á midnátt í annaðkvøld.

Herurin hevur stongt markið, eftir at Hamas hevur eggjað palestinsum til at mótmæla ísraelsku álopunum á Gaza.

Tíðindastovurnar skriva, at minst 50 fólk doyðu í Gaza í gjár, og at hetta er størsta mannfallið ein einstakan dag, síðani ísraelsku álopini byrjaðu fyri trimum vikum síðani.