Ísrael er til reiðar at brúka hermegi fyri at forða fyri, at stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi skal lata tí shiamuslimska Hizbollah-felagsskapinum í Libanon rakettir ella eiturvápn.
-Eg havi biðið hermegina fylgja væl við og fyrireika seg, so vit, um tað gerst neyðugt, eru til reiðar at fullføra eitt hernaðarligt átak, sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, við ísraelskt sjónvarp. Barak sigur, at Ísrael kannar, um loftverjurakettir, álopsrakettir og eiturvápn verða flutt úr Sýrialandi til Libanon.
Hizbollah, sum hevur fingið herútgerð og pengar úr Iran og Sýrialandi fyrr, sendi í 2006 fleiri hundrað stuttberandi rakettir inn í Ísrael, tá ísraelski herurin gjørdi eitt átak í syðra parti av Libanon. Hesi seks árini síðani hevur tað verið friðarligt á markinum millum Ísrael og Libanon, men nú leggur Ísrael Iran og Hizbollah undir at hava skipað fyri yvirgangsatsóknini í bulgarska býnum Burgas fyri nøkrum døgum síðani, har fleiri ísraelsk ferðafólk lótu lív.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at atsóknin at bussinum í Burgas var ein partur av tí, sum hann kallaði eitt heimsumfatandi yvirgangsátak hjá Iran og Hizbollah.










