Ísrael er verri enn Suðurafrika

-Ísraelska framferðin ímóti palestinska fólkinum er verri enn apartheid var í Suðurafrika, skrivar fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter í nýggjari bók.


Jimmy Carter, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina fyri at hava fingið í lag friðaravtaluna millum Ísrael og Egyptaland, er rættiliga komin í eldin, nú hann hevur givið út bók um viðurskiftini í Miðeystri.

Bókin "Palestine. Peace not Apartheid" hevur fleiri hvassorðaðar atfinningar at bæði palestinum og ísraelsmonnum, men tað er einki at taka seg aftur í, at atfinningarnar at Ísrael eru tær hvassastu. Millum annað skrivar tann gamli forsetin, at Ísrael hevur sett í verk apartheid-skipanir ímóti muslimum og kristnum.

Jimmy Carter vil vera við, at bólkar, sum eru vinarliga sinnaðir mótvegis Ísrael, hava sera stóra ávirkan á amerikanskan politikk, og at eingin amerikanskur politikari verður valdur, um hann ikki styðjar Ísrael meiri enn palestinararnar.

-Tann kongresslimur, sum javnsetir Ísrael og Palestina, fremur politiskt sjálvmorð, skrivar Carter.

Jødisku felagsskapirnir í USA eru í øðini á fyrrverandi forsetan, men Carter sýtir fyri at bakka so mikið sum ein tumma. Tvørturímóti herdi hann orðalagið, tá ísraelska útvarpið tosaði við hann nú um dagarnar.

-Ísrael hersetir palestinskt øki langt inn á Vestara Áarbakka og hevur gjørt ein veg til tær umleið 200 niðursetubygdirnar. Men palestinar kunnu ikki koyra eftir vegnum, og í fleiri førum sleppa teir heldur ikki at ganga tvørtur um vegin. Tí er ísraelska framferðin verri enn tann apartheid-framferðin, sum vit sóu í Suðurafrika, segði Carter í samrøðuni.