Ísrael biður Vesturheimin styðja Mubarak

Ísrael eggjar nú Vesturheiminum til at styðja stýrið hjá egyptiska forsetanum, Hosni Mubarak. Sambært ísraelska blaðnum Haaretz hevur uttanríkisráðið biðið sínar diplomatar í USA, Evropa og aðrastaðni eggja londunum, sum teir arbeiða í, at boða alment frá, at tey styðja stýrið hjá Mubarak.

-Tað tænir áhugamálunum hjá Vesturheiminum at varðveita støðug viðurskifti í Egyptalandi. Tí mugu vit tálma atfinningunum at Hosni Mubarak, stendur í einum teldubrævi frá uttanríkisráðnum, sum Haaretz hevur fingið fatur á.

Sambært blaðnum er teldubrævið sent ísraelsku sendistovnumm í USA, Kanada, Russlandi, Kina og fleiri londum í Evropa.

Haaretz hevur biðið talsmenninar hjá uttanríkisráðnum og forsætismálaráðnum um viðmerking til tíðindini, men hvørgin vil siga nakað um málið.

Alment hevur Ísrael ikki gjørt nógv burtur úr ófriðinum í Egyptalandi, og í gjár segði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, at ráðharrarnir høvdu fingið eina áheitan um ikki at siga nakað alment um støðuna í Egyptalandi. Sjálvur vildi hann bara siga, at stjórnin fylgir gjølla við tí, sum hendir í grannalandinum.