Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður, sum spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum, um »óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar«.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Hvussu nógvar umsóknir um at endurnýggja arbeiðsloyvi hevur Útlendingastovan til viðgerðar - skilt sundur á mál eftir Fast-Track skipanini og onnur mál um arbeiðsloyvi?
2. Hvussu nógvar av omanfyri nevndu umsóknum eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar?
3. Hvussu nógvar umsóknir um uppihaldslovi til makar ella samlivar hjá útlendingum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur Útlendingastovan, sum í løtuni eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar?
4. Metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava nóg nógva starvsfólkaorku og fíggjarliga orku at røkja sínar uppgávur á ein fyrisitingarliga haldgóðan hátt
í mun til málsviðgerðartíðina av málum?
5. Um ikki, hvussu nógv eyka starvsfólk og eyka fíggjarliga orku metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava tørv á fyri at røkja uppgávurnar nøktandi?
6. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ítøkiligar ætlanir um átøk at bøta um støðuna hjá Útlendingastovuni við atliti at arbeiðsbyrðu, fyrisitingarligari góðsku og avgreiðslutíðum?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Johan Dahl:
– Tá Føroyar hava valt at yvirtaka og umsita partar av útlendingaøkinum er avgerandi at seta neyðuga fíggjarliga og starvsfólkaliga orku av til at røkja uppgávuna til lítar. Uttan hetta er vandi fyri, at lógarásettar uppgávur ikki verða røktar til fulnar, og at borgarar og arbeiðsgevarar verða raktir av óneyðugum seinkingum og ótryggleika, sigur Johan Dahl.
Landsstýriskvinnan hevur nú tvær vikur at svara fyrispurninginum.











