Spyr um Kristina Háfoss heldur fast

Er nakar møguleiki fyri at samgongan vil bíða?

Er nakar møguleiki fyri, at samgongan kann taka uppskotið um at lækka grundupphæddina í fólkapensjóni, aftur?

 

Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

 

Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur hjá hvørjum pensjónisti. Samstundis skal gjaldið úr Samhaldsfasta, hækka.

 

Men ein trupulleiki hjá summum, er, at fyri at fáa fult gjald úr Samhaldsfasta, skal ein hava búð í Føroyum í minst 40 ár í aldrinum 15-67 ár.

 

Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum annars hava goldið í Samhaldsfasta alla tíðina, frá tí, at hann varð stovnaður í 1991.

 

Og nú vil Kári P. Højgaard hava at vita, hvussu nógv fólk verða rakt av hesum treytunum, og sostatt ikki fáa fult gjald úr Samhaldsfasta.

 

Talan kann vera um føroyingar, sum hava arbeitt uttanlands, men sum síðani venda heimaftur.

 

Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum vara av Samhaldsfasta, og tey hava ongantíð viljað hoyrt talan um, at politiski myndugleikin skal leggja seg út, hvussu hann skipat seg.

 

Men nú samgongan hevur gjørt av, at Samhaldsfasti skal rinda meir til pensjónistar, spyr Kári P. Højgaard um politiski myndugleikin hevur tikið ræðið á Samhaldsfasta.

 

Og er tað ikki at ognartaka Samhaldsfasta, at áleggja honum at rinda meiri til pensjónistar, spyr Kári P. Højgaard.

 

Samstundis vil hann hava Kristinu Háfoss at greiða Løgtinginum frá, um tað ikki ber til at bíða við at gera inntriv í fólkapensjónina til ein semja er fingin um eina pensjónsnýskipan sum heild, tí skal vera longu á ólavsøku, sigur hann.