Hvar bleiv stoltleikin okkara av? Sjálvsagt meini eg við Teistan. Hetta má næstan at meta sum skemt. Vit fingu eitt spildurnýtt skip í sigling, og vóru við bæði glað og stolt av skipinum, og eru vit eisini tað.
Skipið bleiv tikið úr sigling 5. mei, so tað eru sostatt 3 mánaðir farnir, og í skrivandi stund hoyri eg stjóran á Strandfaraskipum Landsins eisini ilskast um, at báturin ikki kemur aftur í aftur.
Mín spurningur er til Strandfaraskip Landsins og skipasmiðjuna: Arbeiðir man bara uppá Teistan tá einki annað er at gera?
Tí eitt er givið; Hevði arbeitt verið sum vanligt í útvið 4 mánaðir, tá kann nógv arbeiði verða gjørt.
Eg sjálvur meti, at hetta sýnir ógvuliga lítla virðing fyri Sandoynni og Skúvoynni.
Vælsignaðir latið verða við at taka skipið úr sigling, áðrenn tað er klárt at byrja arbeiði. Í hesum føri kann ikki bara skyldast uppá verkfallið.
Er hetta møguliga ósemjur ímillum Strandferðsluna og skipasmiðjuna, hetta sýnist so, hóast at eg veit ikki um so er.
Latið hetta ikki henda at tit svínabinda Teistan aftur eitt heilt summar, tí tað sær út sum tað skal verða traditión fyri Teistan.
Øll minnast vit byrjanina hjá Teistanum, sum ikki mundi komið í sigling.