Høvuðsvinnan
-Føroyingar søkja altíð troyst í vendingini, at í fiskiskapi gongur tað upp og niður, og at tá ið tað sær svart út, so man tað fara at ganga móti ljósari tíðum, og so man tað fara at laga seg.
Hetta er inngangurin, tá ið vit á stóru fiskivinnustevnuni, sum í hesi vikuni hevur verið í Brússel, fáa fatur í Meinhardi Jacobsen, sum er stjóri í United Seafood, og harvið hevur ábyrgd av Fiskavirking og Fiskasølunu, sum vóru.
Sjálvandi veit Meinhard, at tað gongur upp og niður við fiskarínum, og at tað harvið kann fara at ganga betri við tí partinum, enn tað hevur gjørt tey seinastu árini. Men hann gevur greitt til kennar, at hann als ikki er nøgdur við kendu vendingina, sum kanska verður nýtt at verja seg við í tí støðuni, sum nú er galdandi. Meinhard útgreinar sjónarmiðið soleiðis:
- Tað verður lagt upp til, at orsøkin til ikki góðu støðuna eru viðurskifti og umstøður, sum vit onga ávirkan hava á. Her verður eitt nú hugsað um smátt fallandi fisk, høgar oljuprísir, lágt dollarvirði og fiskaprísir, sum hava verið væl lakari, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðani. Tað er satt og rætt, at hetta kunnu vit ikki gera nakað við. Men eg haldi, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit síggja veruleikan allan, sum hann er, og hann er eisini, at vit hava syrgt fyri, at gongdin í øllum tí, sum vit hava møguleika at ávirka, hevur verið skeiva vegin.
Kostnaðarstøðið
Hvat hugsar tú um?
- Fyrst og fremst at kostnaðarstøðið er alt ov høgd. Tað hevur við sær, at vit ikki standa okkum í kappingini við aðrar. Tað kann eisini sigast soleiðis, at vit hava ikki ráð at viðgera fiskin, og næsti spurningurin, sum vit mugu seta okkum, er, um vit yvirhøvur hava ráð at fiska. Tað er sera týdningarmikið, at vit fyrihalda okkum til hesar spurningarnar, og tá ið tað er komið hartil, sigur tað seg sjálvt, at støðan er rættuliga álvarssom. Tað finst ikki nakað einfalt svar, men vit mugu royna at finna svarini. Stýringin hevur ikki verið nóg góð. Hon skuldi havt verið soleiðis, at munurin millum aldukambarnar og dalarnar átti at havt verið avmarkaður, men í staðin hevr stýringin verið, at munurin millum upp- og niðurtúrarnar er vorðin størri, og tað er ikki serliga heppið.
Tað vil siga, at tú heldur lønirnar vera ov høgar?
- Tá ið tosað verður um kostnaðarstøðið, verður hetta lagt út soleiðis, at talan bara er um lønirnar. So einfalt er tað ikki. Føroyska samfelagið sum heild er komið í ta truplu støðu, at tað loysir seg ikki at framleiða og útflyta nakað sum helst. Tað hevur ikki bara við lønarstøðið at gera, men kemst eisini av øllum hinum, sum ávirkar framleiðslukostnaðin, og tað er ikki sunt. Uttan mun til hvørji búskaparlig ástøði tú nýtir, so eru trupulleikarnir har.
Hvørjir aðrar lutir enn lønina hugsar tú um?
- Eg havi áður sagt, og eg vil fegin undirstrika tað eina ferð afturat, at tað er ikki tímalønin, sum er tað avgerandi. Tað ber væl til at ímynda sær, at hon var hægri, enn hon er nú, um produktiviteturin var størri. Tað vil við øðrum orðum siga, at lønarkostnaðurin fyri hvørt framleitt kilo varð minni, enn hann er nú. Men umframt lønirnar kunnu vit nevna eitt nú prísirnar á el og samskifti og so flutningskostnaðin.
- Dagliga hoyra vit, at tænasturnar í Føroyum eru so dýrar. Fyri stuttum visti Føroya Tele at siga, at internetsambandið í Føroyum er 24 ferðir so dýrt, sum tað er í Svøríki. Tað talar fyri seg sjálvt. Umsiting skal til, men vit mugu spyrja okkum sjálvi, um vit hava ráð til tær umsitingarútreiðslur, sum vit nú hava. Lyklaorðið, bæði í vinnuligu framleiðsluni, í umsitingini og alla aðra staðni, er effektivitetur. Tað er alneyðugt hjá okkum at gerast meiri effektiv.
Hevur tú nakran ítøkiligan heilivág, sum tú kanst vísa á?
- At skattatrýstið verður lækkað. Harvið verður trýstið á lønirnar ikki so stórt, sum tað nú er, og um tað eydnast at minka um umsitingarútreiðslurnar, so áttu ráðini hjá lønmóttakarunum at gjørst betri, sjálvt um lønin ikki hækkaði. Tað hevði komið væl við, tí sannleikin er, at tey eru mong, sum ikki hava meiri enn akkurát til dagin og vegin orsaka av, at kostnaðarstøðið er so høgt. Vit hava áður víst á, at tá ið skattalættin nú varð latin, so átti hann at komið teimum við lægri lønunum til góða, eitt nú við hægri botnfrádrátti, tí tað er hjá hesum bólkinum, at tørvurin er størstur, sigur Meinhard Jacobsen.
Tungt tak
Meinhard Jacobsen sigur seg ikki rokna við, at virðið á dollaranum fer at hækka soleiðis beinanvegin, og hann sigur seg heldur einki mót hava um, at støddin á upsanum fer at verða størri soleiðis beinanvegin.
- Tíverri er tað lítil ella einki, sum bendir á hetta. Og tað vil so siga, at um vit halda fram í sama spori, sum vit í løtuni eru í, so sær tað heilt svart út.
Tú málar við svørtum litum?
- Tað er ikki fyri at vera negativur og fyri at sáa mismót, at eg sigi hetta. Eg sigi bara tað, sum eg síggi at vera veruleikan. Eg sigi hetta við góðari meining. Vit mugu taka okkum saman og stýra og vísa fyrilit. Tað hava vit ikki gjørt. Vit koyra solo. Gongdin er heilt øðrvísi, enn hon er hjá grannunum, sum eg - hóast tað verður nógv tosað um globalisering og um Kina - framvegis rokni við eru teir, sum vit skulu kappast við.
Hvussu er støðið hjá teimum øðrvísi, enn tað er tað hjá okkum?
- Í Íslandi kostar tað stívliga helvtina av tí, sum tað kostar í Føroyum, at reka flakavinnuna, og tá ið sammett verður við Skotland, so er helvtarmunur. Fólkið hjá okkum ger eitt rimmar arbeiði, men spurningurin er, um hvussu leingi tað fer at bera til at halda fram á henda hátt.
Tað eru sáttmálasamráðingar í hesum døgum. Tað, sum tú sigur, kann ikki skiljast øðrvísi, enn at sæð frá tínum sjónarmiði, so er ikki hugsningur um lønarhækkingar?
-Tá ið vit vita, at tað eisini í framtíðini fara at vera trupulleikar við smáttfallandi fiski, og tá ið alt bendir á, at dollarin ikki fer at hækka, so hevði tað verið heilt undarligt, um vit bendu gongdini skeiva vegin í tí faktorinum, sum vit kunnu ávirka. Tað sigur seg sjálvt, at lønarhækking, sum vit ikki hava ráð til, fer at síggjast aftur í verri kappingarføri. Aftaná samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum verða samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur seg sjálvt, at bæði myndugleikarnir og feløgini hjá teimum alment settu mugu vísa somu ábyrgdarkenslu, sum eg vóni fer at verða víst í okkara samráðinum. Tað er eingin vøkstur at býta, og eingin, sum vil hesum samfelagnum væl, kann hava áhuga í, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava eitt undirskot, sum verður størri enn ein hálv milliard og kanska sjey hundrað milliónir, um vit ikki øll eru ábyrgdarfull! Talan er um tungt og drúgvt tak, og vit mugu ávirka tað rætta vegin, sum tað ber okkum til, er sjónarmiðið hjá Meinhardi Jacobsen, stjóra í United Seafood.
Skeivt fokus
Tað er neyðugt við breiðum, seriøsum og kompetentum orðaskifti um samfelagsstøðuna.
-Tað, sum vit í flakavinnuni ofta hava verið misnøgd við, er, at fakta, sum kemur fram í ávísum miðlum, er ikki rætt. Tey faktuellu tingini verða ikki løgd rætt fram. Tað vísir seg, at tá ið talan er um lítið samfelag, so fara tíðindini bara út. Alt ov ofta lata journalistarnir politikarar sleppa at definera, hvat er fakta, og tað er ikki rætt. Her eiga miðlarnir eina stóra uppgávu og avbjóðing.
- Kanska tykist eg fyri onkrum at vera dapurtskygdur, men tey, sum kenna meg, eiga at vita, at eg eri positivur. Men hetta hevur einki við at vera negativur og dapurskygdur at gera. Tað snýr seg bara um at hava bæði beinini á jørðini.
Meinhard hevur verið í flakavinnuni síðani í 1993. Tey fyrstu árini var hann stjóri á norskum virki, og nú hevur hann í longu fleiri ár verið stjóri í Føroya Siskavirking og nú United Seafood.
- Hóast tað sær svart út, so mugu vit royna at síggja tað positiva. Vit hava í nógv ár arbeitt miðvíst við at økja um virðisøkingina og at framleiða vørur, sum eru góðar. Tað gongur rætta vegin við tí, og tað ber við sær, at man missir ikki mótið. Tíðin er bara ikki við okkum, og tað mest mótfallandi er, at teir faktorar vit hava ávirkað, hava vit koyrt so nógv ov skjótt tann skeiva vegin.
- Um vit sammeta við góðu árini um túsund ára skiftið, so er skjótt at staðfesta, at um vit høvdu hidið fram við framleiðsluni, sum hon tá var, so vóru vit farnir á heysin. Vit hava megnað at tillaga okkum, men vit hava ikki tillaga okkum nóg mikið. Hvussu tað støðugt skal gerast, mugu vit tosa skilagott um. Men tað setur krøv til allar partar. Okkara flakavinna tykist vera ein tann besta í heiminum. Avbjóðingin er at halda tørn um hesa støðu, og vit ætla okkum ikki at gera skarvin yvir. Men, um tað skal eydnast, so mugu vit hava fokus á tí, sum er týdningarmikið og harvið á tí, sum vit eru før fyri at gera nakað við. Tað skuldi helst eisini í framtíðini verið soleiðis, at eingin ivaðist í, at tað loysti seg at fiska og arbeiða fisk í Føroyum.