Íspunnið spinnarí

Rákið við samskiftisráðgevum er ein liður í professionaliseringini av samskiftinum, heldur Per Højgaard, samskiftisráðgevi

Listin yvir føroyskar fjølmiðla- ella samskiftisráðgevarar er ikki av teimum longstu, men hann telir kortini fleiri nøvn, enn man kanska gevur sær far um. Í grannalondunum og aðrastaðni verður hugt rættiliga kritiskt at fólki við starvsheitum sum miðlaráðgevi ella líknandi.
Per Højgaard er útbúgvin journalistur men ber heitið samskiftisráðgevi. Hann hevur fast starv sum samskiftisfólk, men við síðuna av starvi sínum fæst hann stundum við at ráðgeva fyritøkum og øðrum um, hvussu tey kunnu bera sín boðskap fram. Hann heldur, at vit mugu ansa væl eftir ikki at gera hetta yrkið til meira, enn tað er.
? Tað, at ráðgeva um samskifti, er í prinsippinum ikki øðrvísi enn at ráðgeva um fíggjarlig, búskaparlig ella løgfrøðilig viðurskifti, sigur Per Højgaard.
Hann heldur tað, at fólk leita sær ráðgeving innan samskifti, vera eina natúrliga reaktion uppá, at fjølmiðlarnir alsamt hava størri vald og ávirkan.
? Tað er eitt grundleggjandi journalistiskt krav, at øll skulu hava eina rímiliga viðgerð í fjølmiðlunum. Øll eiga at kunna fáa síni sjónarmið fram, men hetta er ikki altíð líka lætt, tí journalistarnir eiga jú tann heilaga rættin at velja burturúr. Tí er týdningarmikið at duga at gera sín boðskap greiðan, einfaldan og málrættaðan. Annars er vandi fyri, at tú verður ikki hoyrdur og tí gerst ósjónligur í almenna rúminum, sigur Per Højgaard.
Professionalisering
Sum tað eisini verður víst á aðrastaðni í blaðnum, so er tað einki nýtt, at eitt nú politikarar hava fólk við serligum kunnleika til samskifti knýtt aftur at sær. Eitt nú hava politiskir flokkar leingi fingið hjálp frá fólki, sum duga væl at skriva.
? Uttanlands er samskiftisøkið fyri stóran part professionaliserað, og helst byrja vit at síggja sama rák í Føroyum. Hetta er ikki løgið, tí flest øll onnur øki eru fyri somu broyting, sigur Per Højgaard.
Tað er greitt, at samskiftisráðgevin, sum fólk kanska minnast best frá hansara tíð sum tíðindamaður á Christiansborg í teimum døgum, tá landsstýrið og danska stjórnin tingaðust um økt sjálvstýri, ikki er so fegin um, at samskiftis- ella fjølmiðlaráðgevingin verður gjørd til mestsum at vera av tí ónda.
- Kjakið um spindoktarar er merkt av, at fleiri ikki rættiliga vita, hvat ein slíkur er. Í mínari verð er ein spindoktari ein, ið roynir at kroysta einvegis kommunikatión ígjøgnum og blokkerar fyri kritiskum spurningum frá fjølmiðlum og almenningi. Um so er, at til dømis ein almennur myndugleiki arbeiðir á slíkan hátt við samskifti sínum, hava vit eitt demokratiskt problem, sigur Per Højgaard.
Hann heldur, at tað ofta eru fjølmiðlafólk, ið hava hug til at mála eina í so døkka mynd av yrkinum hjá fleiri ráðgevum.
? Hví er tað negativt, at fólk, sum skulu svara kritiskum spurningum, eru væl fyrireikað? Er tað ikki fremjandi fyri kjakið? Ella er tað so galið, at journalistar eru ímóti ella møguliga bangnir fyri kvalifiseraðum mótspæli? Hvør hevur fyrimun av at mála hin grábeinta upp á veggin?, spyr Per Højgaard.
Sjálvur heldur samskiftisráðgevin ikki, at tað síggjast týðilig spor av, at spunasmiðir virka í Føroyum. Tað er í øllum førum einki afturímóti tí, ið sæst í øðrum londum.
Ov veikir
Dagsins føroyski politikari nýtir fitt av tíð í loftmiðlum ella á breddanum í bløðunum. Flest øll eru samd um, at hesin parturin av arbeiðsdegnum hjá politikaranum hevur stóran týdning. Mest hevur tað ivaleyst at siga fyri politikarar og valevni í høvuðs-staðnum. Vit hava fregnast eftir, hvat Per Højgaard heldur um støðið hjá føroyskum politikarum í fjølmiðlunum.
? Tað er ymiskt, hvussu væl føroyskir politikarar klára seg í fjølmiðlunum. Summi koma væl ígjøgnum við sínum boðskapi, men tað kann undra, at summi klára seg so illa, sum tey gera, sigur Per Højgaard.
Hann sigur seg hava varhugan av, at Finnbogi Ísakson mundi vera millum fyrstu politikarar, sum skaraði framúr við at fáa boðskap sín greitt fram í fjølmiðlunum. Finnbogi er útbúgvin tíðindamaður, og tað hevur hann dugað væl at nýtt til sín fyrimun, heldur Per Højgaard.
Ein annar føroyskur politikari, ið Per hevur hug at nevna, er Høgni Hoydal. Hann streyk fram í føroyskum politikki fyri seks árum síðani. Hann var eisini fjølmiðlafólk undan politisku yrkisleiðini og hevur útbúgving innan samskifti.
? Høgni Hoydal setti sítt samskifti í system - hann hevði eina strategi. Tað er ógvuliga týðiligt, at hann hevur hugsað um, hvussu tingini skulu leggjast fram, og hann hevur sum heild dugað væl at brúkt samskiftisteknikk og til dømis skapað myndir í høvdinum á móttakarunum, sigur Per Højgaard.
? Bæði Høgni og Finnbogi hava eina samskiftisfakliga bakgrund sum grundarlag. Tað sæst týðiliga, sigur Per Højgaard.
Spurdur, hvat føroysku politikararnir serliga kundu verið stinnari til í sambandi við fjølmiðlar-nar, svarar Per, at nógv høvdu havt gott av at sett seg niður og funnið út av, hvat tey veruliga hava upp á hjarta, og so hildið seg til tað, tá tey stíga fram bæði úti millum fólk og í miðlunum.
Týdningurin, ið fjølmiðlarnir hava sum teir, ið seta dagsskránna t.d. í politikki, verður eftir øllum at døma ikki minni í framtíðini. Tað eru føroysku politikararnir eisini væl vitandi um.
? Nýggja ættarliðið av politikarum, sum er uppvaksið við fjølmiðlum, er enn meira vitandi um, hvønn týdning og vald miðlarnir hava, heldur Per Højgaard.
Kvalifiserað mótspæl
Spurningurin er, um tað ikki kann gerast torført hjá føroyskum fjølmiðlum at standa ímóti, um spunasmiðir fara at gera um seg, tá hugsað verður um, at føroysku miðlarnir ferð eftir ferð fáa skotið í skógvarnar, at teir ikki eru nóg sterkir og vanta arbeiðsorku.
? Vandar eru altíð til staðar, men eg ivist í, hvussu umfatandi spunavirksemið í Føroyum man vera. Føroyskir fjølmiðlar eru heldur ikki so veikir, sum nógv siga. Eitt nú bókin "Skjót journalistin" vísir, at tíðindafólk kunnu hava stórt vald, um tey leggja í. Innihaldið í bókini elvdi jú óbeinleiðis til nýval. Men fíggjarliga og fakliga orkan í miðlunum er ikki tann størsta, og tí verða føroysku fjølmiðlarnir stundum noyddir at leypa upp um garðin, har hann er lægstur, sigur Per Højgaard.
Samskiftisráðgevin vísir á, at hvørki miðlarnir ella keldurnar hjá miðlunum mugu undirmeta, hvat fólk finna seg í at síggja og hoyra.
? Best er fyri allar partar, um journalistar eru væl fyrireikaðir og kritiskir, og "offur" teirra eru før fyri at koma við einum kvalifiseraðum mótspæli. Tað styrkir eisini um trúvirðið hjá báðum pørtum. Fólk leggja einki í mikrofonhaldarí, og fólk fáa heldur einki burtur úr tíðindaflutningi, har bert annar parturin er væl fyrireikaður. Fótbóltsdysturin nyttar lítið, um annað liðið er í góðari venjing og væl brynjað við góðum gaggum, meðan hitt liðið als ikki er í formi og spælir berføtt, sigur Per Højgaard, samskiftisráðgevi.