Týskir myndugleikar hava flutt 60.000 borgarar úr einum øki í Frankfurt, tí at teir í dag skulu spreingja eina bumbu frá seinna heimsbardaga, sambært dr.dk.
Bumban varð funnin á einum byggiplássi nærindis universitetinum í Frankfurt am Main.
Bumban, sum hevur eina spreingimegi upp á 1,4 tons, skal spreingjast í dag.
Ongantíð áður hava týskir myndugleikar flutt so nógv fólk burtur úr einum øki. Í økinum liggja tvey sjúkrahús og 10 røktarheim.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk verða flutt úr einum øki orsaka av bumbum frá seinna heimsbardaga. Í fjør máttu 54.000 fólk flytast í Augsburg og í mai máttu 50.000 fólk flytast í Hannover. Í dag verður ein onnur bumba sprongd í Koblenz - har eru 21.000 fólk flutt úr økinum.