Tað hevur verið ein spreinging nærindis ísraelsku sendistovuna í indiska høvuðsstaðnum, New Delhi.
Tað upplýsa fólk frá sendistovuni nú seinnapartin sambært tíðindastovuni Reuters.
Ísraelska uttanríkisráðið sigur, at øll starvsfólk eru óskadd, skrivar Reuters.
Ein kanning er í gongd, sigur uttanríkisráðið. Myndugleikar í India og Ísrael samstarva um kanningarnar.
/ritzau/