SportsWear nýggjur ítróttarhandil

18. mars lat ein nýggjur ítróttarhandil upp á Argjum. Talan er um ítróttarhandilin SportsWear á Argjavegi 53.

Tað eru teir báðir Hans Eivind Olsen og Jóhan Stenberg á Argjum, sum eiga handilin, ið selur ítróttarútgerð av merkjum sum t.d. Hummel, Prostar, Lotto, Asics. Eisini hava teir originalar ítróttartroyggjur til børn og vaksin til sera kappingarførar prísir. SportsWear letur útgerð til t.d. fótbóltsfeløg og róðrarfeløg. Teir prenta eisini á klæðir, bæði ítróttar- og arbeiðsklæðir. Eigararnir av handlinum hava báðir annað arbeiði og hava tí fólk at passa handilin um. Hans Eivind Olsen er sølumaður hjá Havnar Timburhandli og Jóhan Stenberg er fólkaskúlalærari. Teir hava selt ítróttarútgerð síðan 1997.