Spildurnýtt føroyskt videolag

Føroyski bólkurin, Steso, er nú liðugur við eitt nýtt videolag, sum í dag er almannakunngjørt.

 

Videolagið sæst niðanfyri her á síðuni.

 

Tað eru Hergeir Staksberg og Ása Wraae, sum hava gjørt lagið Hákunargenta, meðan Jeremy Snell úr Hawaii hevur gjørt videolagið.

Tey, ið spæla við á Hákunargenta eru:

Hergeir Staksberg – guitar

Ása Wraae - sang

Magnus Elisson – trummur

Jens L. Thomsen – bass

Líggjas Olsen – sang, keyboard og klokkuspæl

 

Steso á Facebook.