- Eg havi verið nógvar túrar á Flemish Kap, bæði á saltfiska- og rækjuveiði. Men, eg havi ongantíð verið so spentur at koma heim sum hesaferð.
Tað sigur Símun í Vátutoft, sum er á veg heim av Flemish Kap við fullari last við frystilínuskipinum, Ågot.
Men, hví er Símun so serliga spentur at koma heim hesaferð í mun til aðrar túrar, hann hevur verið á hesi fjarskotnu leið? Jú, tað dylur hann ikki fyri.
- Síðan, eg var á Flemish Kap seinast, havi eg fingið konu og fyri trimum mánaðum síðan eisini ein son. Tí havi eg ongantíð verið so spentur at koma heim sum hesaferð.
Símun í Vátutoft væntar, at ferðin heim til Føroya fer at taka eini átta samdøgur, men tað veldst alt um veðrið.
Tá teir fóru at sigla av leiðunum við Flemish Kap, høvdu teir gott veður, men nú hevur hann so øtlað veðrið her heima.