Tað styttist millum liðini í oddanum av Premier League, har tey fýra stórfeløgini, ávíkavist Arsenal, Manchester United, Chelsea og Liverpool, húsast.
Manchester United hevði ongar trupulleikar av botnproppinum Derby heima á Old Trafford. United vann dystin 4-1, eftir tveimum málum frá argentinska Carlos Tevez og einum frá Ryan Giggs og Cristiano Ronaldo. Málið hjá Derby skeyt Steve Howard, og var hetta somuleiðis fyrsta málið hjá liðnum á útivølli í ár.
Eisini er vert at nevna, at málið hjá Ryan Giggs var hansara mál nummar 100 fyri felagið í Premier League.
Heima á Stamford Bridge vann Chelsea 2-0 Sunderland. Loksins var Andriy Shevchenko aftur á málskoraralistanum, sum Frank Lampard eisini kom á, tá ið hann setti eitt brotsspark í netið.
Úrslitini í dag føra við sær, at Arsenal á fyrsta plássi bara er eitt stig frammanfyri Manchester United. Arsenal hevur møguleikan at økja, tá ið teir í morgin vitja Middlesbrough.
Liverpool á fjórða plássi skal í eldin í dag kl.17.15, tá ið teir vitja Reading.
Úrslitini í Premier League í dag:
Chelsea - Sunderland 2-0
Manchester United - Derby 4-1
Everton - Fulham 3-0
Newcastle - Birmingham 2-1
Aston Villa - Portsmouth 1-3