Spennandi jólapakkar til fremmand børn

Børn kring alt landið hava nú latið skógvaeskjur við jólagávum í, til tað prosjektið sum Christmas Child stendur fyri. Hósdagin fara tær av landinum til ókend børn í øðrum londum, - børn sum annars onga slíka gávu høvdu fingið á jólum í ár.

Havn: Tey hava longu nú keypt fyrstu jólagávurnar. Og seinasta sunnudag kundu tey so savna hesar jólagávurnar saman.
Runt um í samkomum kring landið komu børn og vaksin við eskjum í ávísari stødd. Nú skuldu tey føroysku børnini hjálpa børnum í øðrum londum, sum annars ikki høvdu fingið nakra jólagávu í ár.
Tað sást týðiliga, at hetta var nakað sum tey føroysku børnini brendu fyri, - og tey vaksnu við.
- Hetta er okkara máti at hjálpa øðrum børnum í øðrum londum. Hóast vit ikki kenna nakran av teimum, so vilja vit kortini gleða tey á jólum í ár, segði ein genta, sum kom við einari eskju seinasta sunnudag.
Henni á baki kom ein mamma við tveimum pakkum. Og tað sást eisini á henni, at hjarta hennara var við í hesi gávuni. Rørd og við gleði legði hon eisini sínar pakkar millum teir mongu, sum longu vóru savnaðir saman henda dagin.
Bara í Meinigheitshúsinum í Havn vóru væl omanfyri 200 gávueskjur savnaðar saman í samband við sunnudagsskúlan seinasta sunnudag.
Saman við hinum gávueskjunum, sum verða savnaðar saman kring alt landið, verður helst talan um fleiri túsund eskjur.
Hósdagin verða tær so savnaðar saman, og við farmaskipinum, sum fer úr Føroyum á middegi henda dagin, fara tær so av landinum.
Hesin møguleikin, sum prosjektið Christmas Child gevur børnum at hjálpa øðrum børnum, hevur nú verið í gongd tey seinastu árini í Føroyum.
Og líkt er til, at undirtøkan í ár verður størri enn nakrantíð.