Frederiksberg vann sunnudagin fyrstu av trimum møguligum fjórðingsfinalum móti Lyngby. Úrsliti gjørdist 3-0, eftir trý tøtt sett, har Lyngby kom betri frá byrjan í øllum trimum. Tann dysturin var á heimavølli. Dysturin í kvøld er á útivølli í Lyngby.
- Vit hava tapt ímóti teimum einaferð í landskappingini og vunnið einaferð, so vit eru spentar og vænta at tær eru uppaftur meiri uppsettar, sigur Sofía Purkhús.
- Vit eru spentar og uppsettar til dystin. Hann skal helst vinnast, men um ikki, so hava vit ein triðja og síðsta dyst sunnudagin at koma í hálvfinalurnar, sigur Birgit Guttesen.
Spennandi hálvfinalan ella ómotiverandi botnspæl
Eydnast tað ikki koma í hálvfinalua bíðar eitt soskalla botnspæl, sum hvørki Birgit ella Sofía hava serliga góðan hug til.
- Tað liðið, sum tapir hesar fjórðingsfinalurnar, endar í botnspælinum, sum kann verða øðiliga ómotiverandi at spæla. Tað kann eisini enda við niðurflytingardystum, greiðir Sofía Purkhús frá og leggur afturat.
- Um vit vinna fjórðingsfinaluna skulu vit spæla best av fimm hálvfinalum ímóti Brøndby sum liggja nummar eitt í løtuni. Vit vunnu á teimum í hálvfinaluni í steypakappingini og í landskappingini í farnu viku Tí síggja vit ein møguleika at koma í DM finaluna, men bara um vit spæla upp til okkara besta, sigur Sofía Purkhús.
Onnur fjórðingsfinalan móti Lyngby verður í kvøld.