Tilfeingisgjald
- Nei. Soleiðis ljóðar fyrsta kontanta viðmerkingin, tá vit spyrja Jørgen Niclasen, hvørja støðu flokkurin hevur til spurningin um eitt tilfeingisgjald á fiskivinnuna.
- Prinsippið í einum tilfeingisgjaldi er, at hetta verður roknað av brutto, og tað er ikki ein tanki, sum vit ganga inn fyri. Verður gjaldið lagt oman á brutto er ein veruligur vandi fyri, at virki, sum í dag geva yvirskot, kunnu geva undirskot, bara tí eitt gjald er álagt tilfeinginum, og tí tankanum ganga vit ikki inn fyri, sigur Jørgen.
Men í Íslandi er talan um eitt tilfeingsigjald, sum verður roknað av netto. Er tað so nakað, sum Fólkaflokkurin kann stuðla?
- Har er talan í prinsippinum um ein eyka skatt, sum verður álagdur fiskivinnuni. Og tað er heldur ikki nakað, sum vit kunnu góðtaka. Eg havi sjálvur eitt virki, og eg dugi ikki at síggja, hví ein reiðari skal rinda hægri skatt enn eg.
- Og sum heild haldi eg, at hetta kjakið í stóran mun minnir um hønuna, sum Óli Breckman so væl lýsti. Har var eingin, sum vildi hjálpa til at sáa kornið, ella tá tað skuldi lúkast ella heystast. Men tá maturin stóð á borðinum, vildu allar hava part í máltíðini.
Spekulatión skal skattast
Tá tosið verður flutt yvir á handlar við fiskidøgum, vil Jørgen Niclasen á ongan hátt avvísa, at flokkurin gongur inn fyri at gera nakrar reguleringar í hesum.
- Tann spurningurin er ein heilt annar. Og her kunnu vit væl tosa við um ein serstakan skatt, sum verður lagdur á tann vinning, sum uppstendur í hesum. Tosar tú um tilfeingisgjald, so rakar tú tann partin, sum er í vinnu. Ein skattur av vinningi við sølu er nakað heilt annað, tí tá skattar tú tey, sum ikki eru í vinnu.
- Hartil haldi eg eisini, at tað vildi lætt nógv um hjá vinnuni, um vit fáa gjøgnumskygni í handlarnar. Og eg má siga, at tað er sera harmiligt, at Fiskimálastýrið enn ikki hevur fingið eina skipan í lag, sum ger tað møguligt at hava yvirblikk yvir teir dagar, sum verða handlaðir. Sjálvur hevði eg ætlanir um hetta, men mín karriera endaði so brádliga í tí sambandinum, so tað fekst ikki á skaftið tá.
- Í dag er støðan jú tann, at eingin veit, hvørjir dagar eru tøkir. Tí verður talan at kalla um ein marknað fyri seljarar, har keyparin ikki hevur ein livandi kjans at meta um útboðið, og har príssetingin tí oftani gerst alt ov høg. Hevur tú ein opnan marknað, fært tú yvirlit yvir tøkar dagar, samstundis sum handlarnir verða gjøgnumskygnir, og bara tað vildi loyst upp fyri stórum parti av teimum trupulleikunum, sum eru í dag, staðfestir Jørgen Niclassen at enda.