Karmarnir kundu ikki verið betri. Dýrdarvegur og ein rúgva av fólki. Seinapartin mikudagin lat Tórshavnar býráð startskotið ganga til sonevnda Speakers Corner í Tinghúsgarðinum.
Og væl varð skotið. Nógv fólk nýttu høvið at siga sína hjartans meining um mál, sum lógu teimum at hjarta. Ikki heilt óvæntað vóru streymslitið og vantandi mattilboðið til tey eldru høvuðsevni á talarasteininum í Tinghúsgarði mikudagin.
Sitandi samgonga fekk av at vita fyri sínar raðfestingar. Serliga fingu samgongulimirnar rís fyri at lata skattalætta og rækjustuðul, meðan tey eldru vóru slept upp á fjall.
Hilmar Jan argaði
Kendi fjølmiðlamaðurin, Hilmar Jan Hansen, var settur til at øsa og arga mongu áhoyrararnar til at taka orðið. Hetta eydnaðist eisini til fulnar. Fleiri talarar søgdu seg ikki hava ætlan um at taka orðið, men kendu seg noydd at siga sína hugsan eftir speisku viðmerkingarnar frá Hilmar Jan.
Stuttligt var eisini at síggja, at fólk frá rættiligum samfelagsbólkum orðið. Menn og kvinnur vóru líka væl umboðað á talarasteininum, og ung sum gomul valdu at siga sína hugsan.
Aktivera økið
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, greiddi í Tinghúsgarði frá, at endamálið við Speakers Corner er gera økið millum Føroya Sparikassa, løgtingið og kioskina hjá Astu meira virkið.
Seinastu mánaðirnar hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við at steinseta og fríðka um økið, og ætlanin er, at økið millum kioskina hjá Astu og Sparikassgarðin skal nýtast til eitt nú tónleikatiltøk, fundir, sjónleik og kristiligar fundir.
Citat:
-Nú vit eru von við at tað verður sløkt, hevur lívið undir hesi samgonguni verið eitt morgunball, har tann seinasti sløkkir.
Nemus Napoleon Djurhuus
-Tá vit vóru ung fingu vit altíð at vita, hvussu týdningarmikið tað er at brúka peruna, men í løgtinginum sita 32 spariperur og pilka við alt hjá okkum øðrum.
Hilmar Jan Hansen