Spariráðið tendraði 4500 føroyingar

“Brúka minni-átakið” hjá SEV hilnaðist betur enn væntað.

Fleiri túsund føroyingar gjørdu í hesum sambandi ein sonevndan sparisáttmála.

Eftir hesum átakinum kundu fólk fara inn á heimasíðuna brukaminni.fo og fáa upplýsingar um, hvussu tey kunnu brúka minni orku heima við hús.

Millum tey 4.565 sum tóku av hesum hevur SEV nú kastað lut um fimm vinningar í hesum sambandi.

Hesi fimm fólkini eru: Hanna Thomsen ið vann ein iPad2, Malan Joensen vann eina superlágorkufrystiboks, og Ann-Mari Rubecksdóttir, Óli Jøkladal og Teitur Arge Seloy sum øll vunnu 10 LED-perur.

- Tað gleði okkum, at vit í felag kunnu royna at vera meira skynsom á orkuøkinum. Tað tænir okkum øllum fíggjarliga beint nú og umhvørvi okkara frameftir, verður sagt úr SEV.