Sparingar ein orsøk til oljudálkingina

Sparingar hjá BP og teirra samstarvsfeløgum vóru viðvirkandi til ta stóru oljudálkingina í Meksikoflógva seinasta summar. Tað sigur ein serlig kanningarnevnd hjá Hvítu Húsunum, sum hevur kannað málið. Nevndin sigur eisini, at trygdarviðurskiftini vóru ikki nóg góð.

-Fleiri av teimum avgerðum, sum BP, Halliburton Transocean tóku, høvdu kanska okkurt skilagott endamál, men tað er ein sannroynd, at tær høvdu óhepnar avleiðingar fyri trygdina, skrivar nevndin.

Frágreiðingin hjá kanningarnevndini, sum Barack Obama, forseti, setti, er tann fyrsta almenna frágreiðingin um orsøkina til ta stóru oljudálkingina.

Næstan fimm milliónir tunnur av olju runnu út í Meksikoflógva, áðrenn tað eydnaðist at tetta lekan.