Spanski kongurin leggur frá sær

Juan Carlos kongur í Spania hevur gjørt av at siga trúnuna frá sær og at lata sonin Felipe prins taka við.

Tað var forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, sum boðaði frá avgerðini hjá kongi fyrrapartin. Hann segði, at tað verður neyðugt at broyta stýrisskipanina, fyri at tann 76 ára gamli kongurin kann fara frá og lata tann 46 ára gamla sonin taka við.

 

Juan Carlos gjørdist sera væl umtóktur í Spania, tá hann gekk undan at geva landinum eina demokratiska stýrisskipan, eftir at einaræðisharrin Franco var deyður í 1975.

 

Men tey seinnu árini hava nógvir spaniumenn vent konginum bakið orsakað av einari røð av gølum. Eitt nú vóru nógvir spaniumenn sera misnøgdir við, at kongurin fór til Afrika á safari í 2012, tá spanski búskapurin lá í andaleypi, og milliónir av spaniumonnum høvdu mist arbeiðið.

 

Fyri fýra mánaðum síðani vísti ein meiningakanning, at 62 prosent av spaniumonnunum vildu hava kong at leggja frá sær, so at Felipe kann taka við.

 

Juan Carlos hevur verið spanskur kongur í 39 ár.