Bólkur D:
Bólkur D inniheldur trý sera spennandi lið, har heimsmeistararnir úr Spania eru størstu favorittarnir. Teir fara helst at vinna bólkin, men teir skulu møta tveimum spennandi liðum á vegnum. Her er talan um Egyptaland, sum fyrr hevur fingið góð úrslit í HM, og eitt av gomlu stórveldunum í hondbólti, Kekkia, sum tykist vera vakna úr dvala eftir fleiri sera løk ár í manshondbólti. Síðsta liðið í bólkinum er Qatar.
Spania er ein av favorittunum
Spania hevur verið vælsignað við nógvum fram úr góðum hondbóltsspælarum, men tað hevur gingið striltið hjá teimum at fáa nakað burtur úr góðu evnunum.
Trupulleikin hevur verið at fingið leikararnar frá teimum trimum stóru liðunum í Spania, Portland San Antonio, FC Barcelona og Ciudad Real, at leika saman, tí rivaliseringin millum liðini hevur verið so stór. Núverandi venjarin, Juan Carlos Pastor, hevur tó fingið spælararnar at leika sum eitt lið, og úrslitið var eitt gullheiðursmerki til seinasta HM.
Nú er spurningurin, um Spania, við Iker Romero á odda, megnar at endurvinna meistaraheitið.
Zaki skal fáa gongd á
Egyptaland er eitt av spennandi liðunum, sum er enda í bólki saman við heimsmeistarunum. Teir hava fyrr fingið sera góð úrslit í HM-høpi, og í 2001 vóru teir sera tætt við at gerast fyrsta landið uttanfyri Evropa, sum fekk heiðursmerki í einum HM-endaspæli.
Hetta árið bleiv ein nýggj stjørna fødd. Navnið var Hussein Ali Zaki, og hann er enn ein av berandi kreftunum á egyptiska liðnum. Hann hevur tó havt stórar trupulleikar við at fáa sítt egna spæl at rigga síaðni 2001, men fær hann gongd á, so er hann ikki til at steðga. Hann er eisini maðurin, sum egyptar leggja sínar vónir á.
Kekkia vakna úr dvala
Triðja liðið, sum hevur ein erligan møguleika at røkka millumspælið, er Kekkia. Fyrrverandi stórveldið í manshondbólti hevur mest sum ligið í dvala í nógv ár, men nú tykjast teir aftur vera á rættari leið.
Stóra stjørnan hjá Kekkia er høgri vongurin, Jan Filip, og hann er ein av teimum, sum skal bera Kekkia fram í HM.
Síðsta liðið í bólkinum er Qatar, sum ikki verður mett at hava nakran møguleika ímóti hinum londunum í bólkinum.










